Í hoyna
Vikan eftir ólavsøku var terravika av Guðs náði nógvastaðni í landinum. Slíkan terra hava fólk ikki vitað um í longri tíð, verður látið at, og fleiri siga frá, at tey vórðu liðug at hoygga eftir trimum, fýra døgum.
?Tað altíð nógv at tríva í, men tað er ein Harrans lætti at vita sær, at man longu er liðugur at hoyggja fyrstu viku í august. Eg kenni ikki til sovorðið, segði ein bóndi vestaneftir, sum Sosialurin hitti um vikuskiftið.
Veðrið var av tí fagrasta vestanfyri alla seinastu viku. Allastaðni var bøurin fullur av fólki, sum var »í hoyggj«, sum sagt verður har á leiðini.
Onkur hendingur hevði sligið okkurt stykki fyri ólavsøku, men týsdagin varð sett á av álvara, og tá fríggjadagurin var av, vóru fleiri longu liðug at hoyggja.
Tað er ein serligur hugni í hesum at síggja alt hetta fólkið í bønum. Tað yður av lívi, og ein fær ikki annað enn leitað aftur til Mikkjal á Ryggi og hansara hoyggingarsang um lívið á bønum og sanna, at enn í dag er ikki so ólíkt tí, sum tá var.
Hóast vit í dag neyvan síggja gamla slóttumannin meira, og fleiri eru, sum ikki vita, hvat ein líggjaskógvur er.
Í dag verður alt sligið við maskinum og tey, sum mest avanserað eru, hava eisini fingið sær vendarar og ristarar, sum settir verða á sláimaskinuna, hóast talan bert er um at hoyggja til nakrar seyðir. Jú, tøknin hevur eisini tikið yvir á bønum, kunnu vit sanna.