Manchester United hevði í kvøld vitjan av Tottenham, sum ikki hevur vunnið á Old Trafford í mong harrans ár. Tað gjørdu teir heldur ikki hesu ferð. Støðan gjørdist 2-0 til Manchester United,sum var á odda 1-0 í hálvleikinum. Nemanja Vidic stútaði United á odda í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki legði Nani heimaliðið á odda 2-0, men málið fekk øði í Tottenham leikararnar. Málmaðurin hjá Tottenham heldur at tað er bríkslað fyri frísparki og leggur bóltin niður. Nani er skjótur og smekkar bóltin í málið. Eftirfylgjandi tosa linjudómari og dómari saman og koma til ta niðurstøðu, at tað var ongantíð bríkslað fyri frísparki og málið stendur.
Chelsea skoraði ikki avgerandi máli fyrr enn seks minuttir fyri tíð, tá Branislav Ivanovic stútaði Chelsea á odda 2-1 á útivølli ímóti Blackburn. Arsenal hevði eisini stórar trupulleikar av West Ham á Emirates leikvøllinum í London. Einasta málið í dystinum skoraði miðvallarin Alex Song, tá bara tveir minuttir vóru eftir. Manchester City tapti á útivølli ímóti Wolverhampton hóast teir vóru á odda 1-0 tíðliga í dystinum.
Chelsea liggur framvegis fremst, nú við 25 stigum. Arsenal og Manchester United hava 20 stig á einum deildum øðrum plássi. Manchester City hevur 17 stig á fjórða plássi og Tottenham hevur 15 stig á fimta plássi.
Premier League:
Arsenal ? West Ham 1-0
Blackburn ? Chelsea 1-2
Everton ? Stoke 1-0
Fulham ? Wigan 2-0
Manchester United ? Tottenham 2-0
Wolverhampton ? Manchester City 2-1