Lógin um upplatingartíðir ger mismun

? Lógin um upplatingartíðir í Føroyum er alt ov stirvin, og hon elvir til mismun millum kolonialhandlar í Føroyum, sigur stjórin í SMS, Niels Mortensen, um upplatingarlógina, nú allir handlar hava fingið greið boð frá landsins myndugleikum, at býráðið ikki kann geva undantaksloyvi

 

Eigarar av kolonialhandlum í Føroyum ótolnast eftir nýggjari lóg um upplatingartíðir. Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur heitt á myndugleikarnar um gera eina nýggja lóg. Ein arbeiðsbólkur er settur av Vinnumálastýrinum at endurskoða hesa lógina, og hesin bólkurin skal geva landsstýrismanninum eitt tilmæli.

Niels Mortensen er stjóri í SMS, og hann heldur lítið um lógina um upplatingartíðir, sum vit hava í dag. Hon er ótíðarhóskandi og elvir til mismun millum handlarnar. Serliga er tað kolonialhandlar, ið líða undir hesum.

? Lógin, sum vit hava í dag, er alt ov strong. Handlar mugu fáa loyvi at hava fríari teymar, tá talan er um upplatingartíðir, sigur Niels Mortensen.


Lógin brotin

Hann vísir á, at lógin verður brotin hvønn dag. Fleiri handlar, ið selja gerandisvørur, hava opið hvønn dag til seint á kvøldi. Hetta hevur Miklagarður í SMS tó ikki møguleika fyri.

Í Íslandi er eingin lóg á hesum økinum. Har hava eigararnir møguleika fyri at avgera sjálvir, nær handilin skal hava opið. Soleiðis er tað óbeinleiðis brúkarin, ið avgerð, nær handilin er opin, tí eigarin hevur sjálvandi opið tær tíðirnar, tá kundarnir velja at vitja handilin. Í Danmark er henda lógin eisini nógv linari í dag.

? Um lógin ikki verður broytt, fer tað at kosta okkum nógvan pening. Tá allir ikki halda lógina, so svíða vit onnur fyri tað, sigur Niels Mortensen.

Um ein kundi vil hava vaskievni ella aðrar gerandisvørur ein leygardag eftir klokkan 14, so fær hann tað í handlum, ið bróta lógina við at hava opið eftir klokkan 14 og samstundis selja gerandisvørur.

Niels Mortensen sigur, at samfelagið í dag krevur fyrsta floks tænastu. Tað vil siga, at fólk eiga at kunna gera sítt innkeyp, tá teimum lystir, og ikki tá lógin sigur, at handlarnir kunnu hava opið.

Eitt hol er í hesi lógini, og tí kann fútin ikki lata teir handlar aftur, ið hava opið uttanfyri tær lógarásettu upplatingartíðirnar. Hetta skal broytast, so allir eru eins fyri lógini, vísir Niels Mortensen á.

? Eg vóni, at lógin verður fríari í framtíðini, so at handilsmenn hava møguleika at velja, nær teirra handil hevur opið. Tað er løgið, at vanligir handlar ikki sleppa at hava opið eitt nú eftir klokkan 14 leygardagar, sigur Niels Mortensen.

Sum støðan er nú, er stórur mismunur á handlum. Nakrir selja vanligar gerandisvørur heilt til klokkan 22-23 á kvøldi, meðan aðrir mugu snara lykilin um klokkan 14 leygardagar.


Loyvi ikki tikin aftur

Herfyri kærdu Føroya Arbeiðarafelag og S&K felagið Tórshavnar Býráð fyri at geva handlum ov nógv undantaksloyvi at hava opið.

Løgmansskrivstovan og Vinnumálastýrið hava nú givið býráðnum greið boð um, at fleiri undantaksloyvi enn lógin heimilar ikki kunnu gevast. Handlar fáa eitt nú ikki undantaksloyvi, um talan er um føðingardag, mótasýning ella til vanligar høgtíðir.

Niels Mortensen væntar tó ikki, at tey loyvi, ið SMS longu hevur fingið, verða tikin aftur.