Lágir prísir á fiskamarknaðinum

Fiskamarknaður Føroya seldi í dag sløk 150 tons av fiski, sum fóru fyri tilsamans 1,6 miljónir krónur. Sum heild vóru fiskaprísirnir heldur vánaligir á marknaðinum í dag. Miðalprísurin roknaður yvir øll fiskasløgini var 10,71 krónur fyri kilo.

Sambært uppgerðini yvir søluna var besti miðalprísur 21,11 krónur fyri kilo. Hetta var fyri tosk 2, men talan var um eina lutfalsliga lítla nøgd.

Størstu nøgdirnar av toski í dag vóru í støddini toskur 4, og her var miðalprísurin góðar 9 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera heldur vánaligur prísur.

Besta hýsan fór fyri miðalprísin 11,38 krónur fyri kilo. Størstu nøgdirnar av hýsu vóru í støddini hýsa 2, sum fór fyri góðar 9 krónur í miðal fyri kilo.

Hetta er eisini vánaligur prísur.

Brosma og longa hava framvegis lágan prís, og hóast bert smáar nøgdir vóru á uppboðssøluni í dag, var miðalprísurin á bestu brosmuni bert 4,20 krónur fyri kilo.

Besta longan fekk miðalprísin 9,50 krónur fyri kilo, men hetta vóru bert heilt smáar nøgdir.

Uppgerðin vísir, at prísirnir á Fiskamarknaði Føroya í dag sum heild vóru heldur vánaligir.