Fríggjamorgunin klokkan tjúgu minuttir í tíggju vórðu yvirtøku- og heimildarlógirnar endaliga samtyktar á Fólkatingi. Stórur meiriluti var fyri uppskotinum, tá tað kom atkvøðugreiðslu.
Allir teir stóru flokkarnir høvdu frammanundan boðað frá, at teir tóku undir við uppskotinum. Einasti veruligi mótstøðumaður ímóti lógunum, sum gjørdi vart við seg fríggjamorgunin, var Høgni Hoydal, og hann gjørdi eisini vart við sína ónøgd við 3. viðgerð.
Eindarlistin gav til kennar, at flokkurin var ivingarsamur mótvegis lógunum og gjørdi eisini vart við, at hann ikki tók undir við støðuni hjá forsætisráðharranum viðvíkjandi støðuni hjá tí danska málinum. Frank Aaen helt, at hetta var ikki nakað hjá tí danska Fólkatinginum at taka støðu til, men at hetta málið hoyrdi heima í Føroyum.
?Forslaget er vedtaget og bliver sendt til statsministeren?, segði tingformaðurin í Fólkatinginum at enda, og nú eru tær báðar umstríddu lógirnar bæði samtyktar á løgtingi og á fólkatingi.