Ólógligt at leggja arbeiði niður

Arbeiðssteðgurin, sum Starvsmannafelagið ætlaði at koyra portørarnar í tann 12. mars, var ológligur, staðfestir Fasti Gerðarrætturin Royndin hjá fleiri portørum í Føroyum at sleppa úr Havnar Arbeiðsmananfelag og lata Starvsmannafelagið yvirtaka sáttmálasamráðingarnar ístaðin, hevur fingið eitt álvarsligt bakkast.

Fleiri portørar hava meldað seg úr Havnar Arbeiðsmananfelag og inn í Starvsmannafelagið ístaðin.

Men teir vilja eisini, at Havnar Arbeiðsmannafelag samstundis skuldi missa rættin at samráðast við Fìggjarmálaráðið um nýggjar sáttmálar fyri portørarnar og at Starvsmannafelagið skuldi yvirtaka hendan rættin.

Men tað hevur Fíggjarmálaráðið afturvíst, tí ráðið sigur, at tað er Havnar Arbeiðsmannafelag, sum hevur samráðingarrættin og tey fara ikki at samráðast við fleiri fakfeløg um sama sáttmálaøki, sum hevur einar 60 limir.

Fyri at leggja trýst á Fíggjarmálaráðið, boðaði Starvsmannafelagið frá, at portørarnar fóru at leggja arbeiðið niður 12. mars.

Fíggjarmálaráðið legði málið fyri nýstovnaða Fasta Gerðarrættin og í dag, sjálvan arbeiðaradagurin, fall avgerðin.

Og Gerðarrætturin gevur Fìggjarmálaráðnum viðhald í, at fráboðaði arbeiðssteðgurin var ólógligur og er brot á friðarskyldina.

Gerðarrættur heldur, at tá í Starvsmannafelagið seinast í februar skrivaði undir fýra ára sáttmála

við Fíggjarmálaráðið, uttan at fáa sáttmála fyri portørarnar, hevur Starvsmannafelagið, í tí stilla, góðkent sáttmálan við Havnar Arbeiðsmannafelag. Fasti Gerðarrættur heldur tí, at Starvsmannafelagið við framferð síni hevur bundið seg til at tola portørsáttmálan millum Havnar Arbeiðsmannafelag og Fíggjarmálaráðið.