Lógloysið í býráðnum heldur fram

Leivur Hansen,
býráðslimur

Hóast dyggiliga settur upp á pláss av Innlendismálaráðnum fyrr í ár í sambandi við kæru frá minnilutanum um ymisk brot á kommunustýrislógina, heldur Jan Christiansen kortini fram við at venda og snara lógum og reglum sum best ber til í yrki sínum sum borgarstjóri.
Hetta kom enn eina ferð til sjóndar á almenna býráðsfundinum hóskvøldið.
Tá komið var til mál nr. 5 á skránni, Yvirtøka av Heygsgerði, bað Høgni Mikkelsen um loyvi at fara av fundinum, meðan hetta málið varð viðgjørt, tí hann metti seg vera ógegnigan í hesum máli.
Málið snúði seg um umsókn frá sp/f Høgna Mikkelsen um at lata kommununa yvirtaka ein vegastubba á Heygsgerði, sum felagið nýtti í sambandi við randarhúsbygging har úti fyri nøkrum árum síðani, og sum nú leyk treytirnar hjá kommununi fyri at verða yvirtikin.
Sambært grein 10 í kommunustýrislógini hevur kommunustýrislimur skyldu at boða frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni, men kommunustýrið (býráðið) ger av, um hann er ógegnigur.
Borgarstjórin játtaði tó Høgna at fara av fundinum, uttan at býráðið sum fyriskrivað slapp at taka støðu til málið.
Tá undirritaði gjørdi borgarstjóran varugan við, at her var ikki rætt farið fram, kveistraði hann hetta bara til viks!
Tá undirritaði síðani bað um at fáa felt niður í gerðabókina, at hann mótmælti framferðarháttinum hjá borgarstjóranum, sýtti hann rætt og slætt fyri hesum!
Sostatt framdi hann bara hesa lítlu løtuna tvey álvarsom brot á kommunustýrislógina og stýrisskipanina hjá kommununi.
Sambært grein 25 í lógini kann kommunustýrislimur, sum hevur eina øðrvísa fatan av einum máli, krevja at fáa serstøðu sína í stuttum viðmerkta í gerðabókina. Hvørki borgarstjóri ella kommunustýrið kunnu sýta honum hetta!
Men tað rørir altso ikki Jan Christiansen og líkasælu samgongufelagar hansara. Teir smíða sínar egnu lógir og reglur.
Hetta er eisini beinleiðis orsøkin til tær mongu gølur og ósemjur, ið tíverri - í alt ov stóran mun - hava eyðkent hesa býráðssetuna.
Her má og skal vend koma í, og vónandi hava veljararnir hetta í geyma tann 9. november.
Annars er um mál nr. 5 á síðsta býráðsfundi at siga, at býráðið samtykti uttan atkvøðugreiðslu at yvirtaka vegin hjá Høgna á Heygsgerði.

Tyrvingarpláss aftur í nevnd
Ætlanin at gera nýtt tyrvingarpláss í grótbrotinum á Glyvursnesi ístaðin fyri gamla tyrvingarplássið í Húsahaga, endaði aftur í heilsu- og umhvørvisnevndini.
Býráðið samtykti við 9 atkvøðum fyri og 1 ímóti at beina málið aftur í nevnd, uttan at málið yvirhøvur hevði fingið nakra sum helst viðgerð.
Minnilutaumboðið í heilsu- og umhvørvisnevndini, Hildur Eyðunsdóttir, hevði biðið um at fáa málið fyri býráðið, men hesum forðaði ein onnur kvinna í nevndini fyri, tá hon sum fyrsti røðari á býráðsfundinum fekk orðið.
Beate L. Samuelsen, ið annars sum einasti samgongulimur í heilsu- og umhvørvisnevndini hevur verið ímóti hesi ætlanini, gjørdi ikki mætari enn at krevja málið aftur í nevnd.
Í slíkum førum siga reglurnar, at orðaskiftið skal steðga alt fyri eitt, so býráðið kann taka støðu til uppskotið.
Og við 9 atkvøðum fyri og 1 ímóti varð samtykt at beina málið aftur í nevnd.
Undirritaði atkvøddi ímóti uppskotinum sum mótmæli ímóti, at býráðslimir ikki fingu høvi at viðgera hetta mál, nú tað loksins var komið á býráðsborð.
Málið fór aftur í nevnd við kravi um, at álagt verður umsitingini at finna annað hóskandi øki at gera eitt nýtt tyrvingarpláss, so grótbrotið á Glyvursnesi kann verða brúkt til okkurt annað skilabetri endamál.
Eftir hvat skilst á býráðslimum úr báðum legum, hevði ætlanin hjá meirilutanum í heilsu- og umhvørvisnevndini neyvan vunnið frama, var hon komin til atkvøðugreiðslu hóskvøldið.

Ósemja seinkar skúlabygging
Vandi er fyri, at nýggi skúlin í Hoyvíkshaganum verður upp aftur meira seinkaður og dýrari enn higartil roknað við.
Herfyri kom undan kavi, at byggiætlanin er minst eitt ár afturút, og at teir yngstu flokkarnir sostatt ikki sleppa í skúla fyrrenn í fyrsta lagi eftir summarfrítíðina í 2006.
Men nú ber ósemja í býráðsmeirilutanum eftir øllum at døma í sær, at henda risastóra verkætlanin kemur upp aftur meira í drag.
Á býráðsfundinum hóskvøldið kom knappliga fram, at Høgni Mikkelsen og Jan Christiansen - uttanum hini í samgonguni! - nú vilja hava tann ætlaða tvísporaða barna- og framhaldsskúlan til eisini at fevna um 10. flokk.
Hetta kom sum snarljós úr klárum himli á formannin í mentamálanevndini, Heðin Mortensen, sum í stundini kravdi málið aftur í nevnd. Hetta varð samtykt við 6 atkvøðum fyri og 2 ímóti.
Undirritaði atkvøddi ímóti at beina málið aftur í nevnd við teirri grundgeving, at nú er nógmikið drálað í hesum máli.
Tørvurin á einum nýggjum skúla í Hoyvíkshaganum økist dag frá degi, og tí er neyðugt at fara undir hesa bygging sum skjótast.
Endar nýggja viðgerðin í mentamálanevndini við, at skúlin nú eisini skal lagast til 10. flokk, so fer hetta uttan iva at seinka øllum arbeiðnum í fleiri mánaðir aftrat - umframt at talan verður um eina munandi dýrking.
Hetta kann meira enn so fáa fylgjur fyri aðrar neyðugar útbyggingar á skúlaøkinum - eins og á øðrum økjum.
Og tað vil eg ikki vera við til.