Løgmaður drálað ov leingi í málinum um uttanríkispolitisku heimildirnar, men vónandi kunnu føroyingar nú standa samdir

Høgni Hoydal
Fólkatingsmaður

Løgmaður hevur loksins vent sær til danska forsætisráðharran viðvíkjandi teirri sonevndu uttanríkispolitisku heimildarlógini, sum ætlanin er at seta í gildi fyri Grønland og Føroyar.

Undirritaði reisti málið bæði á fólkatingi og á løgtingi í fjør, har eg vísti á, at talan var um beinleiðis afturstig fyri Føroyar í mun til støðuna í dag, og at lóggávan fór at binda Føroyar fastar í okkara alneyðuga samskifti við umheimin.

Og tann 14. januar í ár - áðrenn fólkatingsvalið varð skrivað út - heitti eg skrivliga á løgmann um at biðja danska forsætisráðharran steðga viðgerðini av grønlendsku heimildarlógini, tí hon hevur ásetingar í sær, sum eisini binda Føroyar, og hon kann seta landsstýrið í eina sera vánaliga samráðingarstøðu, verður hon samtykt. (Sí hjálagda avrit av brævi til løgmann).

Tá vildi løgmaður bíða eftir einum møguligum fólkatingsvali.

Nú er lógin um uttanríkispolitiskar heimildir fyri Grønland aftur á dagsskránni í Fólkatinginum. Undirritaði fer sjálvsagt framvegis at mótmæla, at grønlendska lógin verður viðgjørd í verandi líki, har hon eisini hevur ásetingar um Føroyar.

Og undirritaði fer at vísa á, at lógin á ongan hátt kann góðtakast í Føroyum.

Hóast tað er harmiligt, at løgmaður hevur drálað í málinum, so fegnist eg um, at samgongan nú tekur undir við teimum atfinningum, sum vórðu førdar fram longu í fjør, og at løgmaður hevur vent sær til danska forsætisráðharran um málið.

Vónandi fer tað at eydnast í felag at fáa málið á beint, um allir flokkar á Løgtingi eru samdir.