Løgmaður: Eingin regla varð sett til viks

- Aðalstjórarnir bóru seg ikki óregluliga at í sonevnda grannskoðaramálinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

"Álvarsligir feilir og brek vóru í viðgerðini hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum í avgerðini at løggilda grannskoðararnar".

Soleiðis varð tikið til í frágreiðing frá Løgtingsumboðsmanninum 2. november 2010 um avgerðir at løggilda grannskoðarar.

Fyri at fáa greiðu á málinum, og fyri at tryggja, at fult álit kann vera á fyrisitingini, setti løgmaður í verk eina tænastumannakanning av ábyrgdarhavandi aðalstjórunum í Vinnumálaráðnum og Innlendismálaráðnum.

Eftir hesar kanningar fegnast Kaj Leo Holm Johannesen løgmaður um at kanningarleiðarin hevur latið frá sær hesa frágreiðingina.

- Her er niðurstøðan, at grundarlag er ikki at halda, at aðalstjórarnir Arne Poulsen og Rúni Joensen í málsviðgerðini hava sett til viks tær fyri starv teirra galdandi reglur, ella ikki hava víst slíkan atburð, sum starv teirra sømir.