Løgmaður hótti Helenu til at siga leiðaran á Landssjúkrahúsinum upp

? Veruliga orsøkin til, at Jákup Mørkøre varð sagdur upp, var eitt bræv frá løgmanni til Helenu Dam á Neystabø, sigur sakførarin hjá sjúkrahúsleiðaranum. Av brævinum sæst, at løgmaður beinleiðis kroystir landstýrismannin til at gera bart

? Jákup Mørkøre var ikki sagdur upp sum leiðari á Landssjúkrahúsinum tí hann var óloyalur ella ikki megnaði at stýra Landssjúkrahúsinum nøktandi.

Tað heldur sakførarin hjá Jákupi Mørkøre og fakfelagið hansara, Verkfrøðingafelagnum.

Í einum brævi til Helenu Dam á Neystabø um uppsagnina, sigur sakførarin hjá Jákupi Mørkøre tvørturímóti, at tað er grund til at halda, at veruliga orsøkin til uppsøgnina var eitt bræv, sum løgmaður sendi Helenu Dam á Neystabø um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.

Í brævinum sigur, løgmaður, at fjølmiðlarnir hava kunnað hann um ætlaðar hópuppsagnir á Landssjúkrahúsinum.

Løgmaður sigur, at talan er um eitt stórt og álvarsligt mál.

Hann sigur eisini, at hann kann als ikki góðtaka, at tílík stórmál verða borin fram, uttan at hann er kunnaður og, uttan at málið er viðgjørt á landsstýrisfundi.

? Er orsøkin til hetta vánaliga arbeiðslag tann, at embætisførslan í fyrisiting tygara ikki hevur verið nøktandi, eigur hetta at fáa avleiðingar. Um so er, at greiða ikki fæst á hesum alt fyri eitt, fer løgmaður sjálvur at taka neyðug stig í hesum máli, sigur løgmaður í brævinum til Helenu Dam á Neystabø.

Brævið frá løgmanni er ikki dagfest.


Helena visti alt

Sakførarin hjá Jákupi Mørkøre sigur, at eftir hesum at døma, er grund til at halda, at veruliga orsøkin til, at Jákup Mørkøre skuldi sigast úr starvi, var, at løgmaður ikki var kunnaður um, ella tí at ætlaðu uppsagnirnar ikki høvdu verið viðgjørdar á landsstýrisfundi.

Jákup Mørkøre og sakførari hansara halda somuleiðis fast um, at tað er púra vist, at allar sparingarnar vórðu gjørdar eftir beinleiðis boðum úr almanna og heilsumálastýrinum og at stýrið var kunnað um tiltøkini í øllum smálutum, áðrenn tey vórðu sett í verk.

Ein týðandi grund hjá Helenu Dam á Neystabø fyri at siga Jákup Mørkøre upp, var, at


Fylgja ikki egnum uppsagnarpolitikki

Sakførarin hjá Jákupi Mørkøre ger eisini vart við, at í hesum málinum hevur landstýrið ikki fylgt sínum egna, alment orðaða uppsagnarpolitikki.

Tí eftir honum, skal fyrst ein samrøða verða við tað fólkið, sum skal sigast upp.

Og hendan samrøðan skal vera væl fyrireikað, og tann, sum ber boðini, skal geva slr stundir til at tosa við viðkomandi.

? Hinvegin er veruleikin tann, at Jákup Mørkøre er enn ikki fullgreiður yvir kjarnuna í grundgevingum og í ávísum førum veit hann slett ikki, hvat meint verður við.


Umhugsa at stevna

Tí mótmælir hann uppsøgnini. Og samstundis, ger hann eisini greitt, at verður uppsøgnin ikki tikið aftur, verður fyrivarni tikið fyri at royna málið í rættinum.

Keldur, sum standa málinum nær, men sum vilja vera ónevndar, halda eisini, at tað er ikki frítt, at løgmaður mótsigur sær sjálvum í hesum máli.

Tí, nú Jákup Mørkøre heitti á hann um at taka málið upp, hevur hann sagt, at tað er óvist, hvønn leiklut, løgmaður hevur í málinum og at tað verður kannað.

Samstundis hevur hann sagt, at løgfrøðingar eru komnir eftir, at eftirlitið, sum løgmaður hevur við landsstýrismonnum, er tað lógfrøðiliga eftirlitið.

? Men hví sendi hann so herfyri Helenu Dam á Neystabø hóttanarskriv, tá ið hann nú sigur, at tað er óvist, hvønn leiklut, hann hevur í málinum, tí her var ikki talan um eitt lógfrøðiligt mál? spyrja keldur, sum standa málinum nær.

Sjálvur hevur løgmaður ongar iðmerkingar, tí hann sigur, at enn er málið ikki búgvið til tess.