Sendistova Føroya í Reykjavík skipar fyri sínum árliga flaggdagshaldi í Reykjavík flaggdagin – tað er í morgin. Flaggdagshaldið er í Café Flóru, sum liggur í vakra Grasagarðinum í Laugardali í Reykjavík.
Aksel V. Johannesen, løgmaður flytur fram røðu. Borðreitt verður við føroyskum brellbitum og drykkjuvørum, og Signar í Homrum framførir.