Løgmaður heldur við Obama

-Tá Jørgen Niclassen úttalar seg um amerikanska valið og vónar, at McCain fer at vinna, so er tað ikki sum føroyskur uttanríkisráðharri men sum privatmaður. Landsstýrið skal ikki hava nakra støðu til, hvør skal verða amerikanskur forseti sigur Kaj Leo Johannessen, sum tó ikki dylur fyri, at hann sjálvur heldur við Obama.

-Eg haldi ikki, at almennu Føroyar skulu hava nakra meining um, hvørt Obama ella McCain skal vera komandi forseti í USA. Hetta sigur Kaj Leo Johannessen, løgmaður, nú Jørgen Niclassen, uttanríkisráðharri í samrøðu við Dimmalætting leygardagin sigur seg vóna, at McCain vinnur valið.

 

-Tá Jørgen Niclassen úttalar seg soleiðis, so má tað standa fyri hansara persónligu rokning, tað er í hvussu so er ikki umboðandi fyri almenna føroyska uttanríkispolitikkin sigur løgmaður. Landsstýrið hevur als ikki umrøtt hetta málið og hevur tí heldur ikki nakra felags støðu um tað. Spurdur um hvat hann sjálvur heldur um tey bæði valevnini sigur Kaj Leo Johannessen:

 

-Persónliga dámar mær nógv betur Obama, tó at eg ikki hava nakra sterka meining um hetta. Men út frá tí eg havi lisið og hoyrt higartil um amerikanska valið, so haldi eg, at Obama er ein nógv meira spennandi persónligheit, ein maður, sum kann vera við til at fremja broytingar. Hann virkar til at vera ein sera sympatiskur persónur. Skuldi eg atkvøtt í USA, so er eingin ivi um, at eg hevði atkvøtt fyri Obama.

 

Løgmaður heldur, at tað er tørvur á veruligum broytingum í USA, soleiðis at landið kann vera ein allieraður hjá øllum heiminum. Tí vónar hann, at Obama kemur framat valdinum, hóast hann heldur, at tað er ringt at gjøgnumskoða hjá føroyingum, hvat fer at henda, um antin Obama ella McCain kemur til, tí amerikanska samfelagið er so komplext.

 

–Men eg haldi, at Obama virkar sera savnandi, og tað er av stórum týdningi. Haldi eisini at tann størsta avbjóðingin í sambandi við valið er av búskaparligum slag, og har haldi eg, at Obama er tann betri maðurin.

 

Formaðurin í størsta andstøðuflokkinum á løgtingi, Høgni Hoydal sigur í eini viðmerking til úttalilsini hjá Jørgen Niclassen, at við at taka undir við krígnum í Irak ger uttanríkisráðharrin gongur hann beint ímóti einum meiriluta í løgtingunum, sum hevur mótmælt Irakpolitikkinum hjá eitt nú donsku stjórnini. Høgni Hoydal sigur, at Jørgen Niclassen er við at privatisera føroyska uttanríkispolitikkin.