Politikkur
Sambandsflokkurin skuldi á fundi í gjár kl. 13 umrøða politisku støðuna, nú løgmaður, Anfinn Kallsberg, hevur boðað frá, at samgongan heldur fram, og at Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin eru vælkomnir uppí samstarvi, men ikki Sambandsflokkurin.
- Fyribils hava vit í andstøðuni so eina skrivliga avtalu um, at vit standa saman, og í
kjakinum í útvarpinum týskvøldið hefti eg meg við, at ikki minst Jenis av Rana legði stóran dent á hetta, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon leggur dent á, at Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin gjørdu hesa avtalu, tá ið tað frættist, at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vóru gingnir saman.
- Við avtaluni vildu vit vísa á, at vit eisini eru 16, og at samgongan ikki kann ignorera
hendan veruleika.
Mangir leikir í longum talvi
Spurd, um hon heldur, at hendan avtalan fer at halda, nú Javnaðarflokkinum og
Miðflokkinum stendur í boði at koma uppí samgonguna, sigur hon, at tað vil hon vóna, at hon ger.
- Í politikki veitst tú ongantíð, hvat hendir, men í mínari verð er ein avtala ein avtala, sum eigur at vera hildin.
Men fer andstøðan so eisini at standa saman ímóti samgonguni, eftir at tingarbeiðið er tikið uppaftur, nú tað stendur á jøvnum í tingmannatali, spurdu vit Lisbeth.
- Ja, eg havi skilt, at avtalan eisisi fevnir um tíðina eftir, at tingið er komið saman aftur, og tí verður tað torført hjá samgonguni, sum bert hevur helmingin av tinginum aftanfyri seg, at fremja síni mál, sigur hon.
Lisbeth heldur, at hetta er ein ógvuliga keðilig og fastløst støða.
- Eg haldi avgjørt, at løgmaður átti at latið aðrar flokkar roynt seg, áðrenn hann avger
at halda fram við ongum meiriluta aftanfyri seg, og tá ið hann ikki ger tað, haldi eg, at hann misnýtir sítt vald sum løgmaður.
Veljarin altíð rætt
- Eg tulki valúrslitið soleiðis, at veljarin segði nei til førda politikkin seinastu fýra árini, men løgmaður, sum valkvøldið segði, at veljarin altíð hevur rætt, virðir ikki, at andstøðan fekk meira enn helmingin av atkvøðunum á valinum, 30. apríl.
Lisbeth sigur, at hevði samgongan fingið 51,1% av atkvøðunum og andstøðan bert 48,9, ivast hon ikki í, at hetta hevði verið brúkt til fyrimuns fyri sitandi samgongu og førda politikkin.
- Men nú tað er øvut, virðir løgmaður ikki avgerð Føroya fólks, sigur hon.
Atkvøðuslúkurin á løgtingsvalinum sigur, at sambandsveljarar, sum hon hevur tosað við, eru forargaðir um støðuna og halda ikki, at løgmaður ber seg rætt at.
Spurd, um hon hevði ætlað sær at verið løgmaður í eini samgongu, har Sambandsflokkurin var við, sigur Lisbeth L. Petersen at enda.
- Sambandsflokkurin hevur flestar atkvøður av øllum flokkum, og komu vit í samgongu, er tað náttúrligt, at vit vildu havt løgmann,. Men vit hava onga avgerð tikið um, hvør skuldi sitið í løgmanssessinum sigur hon.
Á fundi mikudagin kl. 13 skuldi Sambandsflokkurin so umrøða politisku støðuna.