Reidar Nónfjall
Eg eri ikki komin við einum kollektivum dómi yvir leiðslur og starvsfólk í føroyska vinnulívinum ella almenna sektorinum. Tað sum eg segði varð, at tey, sum eru inkompetent, eiga at skiftast út, og tað standi eg fast við.
Eg eri ikki ímóti strategiskum og visiónerum arbeiði og tað stendur eisini týðuliga og greitt í sam¬røðuni. Tvørturímótu havi eg drúgvar royndir innan hetta økið, bæði fakliga og í praksis - so har hevur løgmaður onki at tilføra mær av vitan.
Tað er langt úti, at løgmaður tosar um, at mín innfallsvinkul til strategiska arbeiði, sum í hesum ítøkju¬liga føri er ein upprudding í 3 ár, svarar til at tosa um eina visión til 3015. Politiska skipanin í Føroyum hevur ikki arbeitt málrættað við framtíðini í 15 ár, so eg dugi ikki at síggja nakran truplleika at rudda verður upp í 3 ár og dagligi raksturin framdur við síðuna av.
Um so var, at løgmaður visti, hvussu ótrúliga nógvar positivar viðmerkingar eg havi fingið til sam¬røðuna og míni sjónarmið, so hevði hann ikki fari so lætt um hetta álvarsliga evnið og útihýst sak¬lig¬um og objektivum kritikki av verkætlanini visión 2015.
Tað er lætt politiskt at fáa undirtøku fyri nøkrum, sum bara eru leysar hugsanir og ætlanir, og har ikki ein einasta avgerð ella handling enn er tikin.