Løgmaður onga undirtøku

-Løgmaður er sum fluga í fløsku. Hann hevur ikki undirtøku í sínum egna flokki, sigur Bjarni Djurholm. Tað tykist verða trupult, at taka avgerðir í hesum døgum. Reformar tykjast verða svarið uppá alt. Men tað er eitt heiti, sum er framleitt til burturforkláringar, og er fullkomiliga uttan innihald.

So bersøgin er Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin í dag.

Hann sigur á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum, at løgmaður hevur millum lítlan og ongan loyalitet í sínum egna

flokki.

-Løgmaður minnir mest um flugu í fløsku. Hann er formaður í einum tvørum flokki, sum ongan loyalitet gevur honum, sigur Bjarni Djurholm.

Hann heldur, at tingfólk nú fyrireika seg til val.

-Solopolitikkurin í tinginum vísir, at øll fyrireika seg til samgonguslit og val. Eldra samgongu ættarliðið ger alt fyri at markera seg. Yngra ættarliðið rennur undan ábyrgd, og atkvøður sum best ber til. Slík atferð undir grevur virðingina fyri fólkaræðinum, sigur Bjarni Djurholm.

Haraftrat leggur tingmaður eftir Javnaðarflokkinum, nú landsfundur hjá Fólkaflokkinum er á skránni.

-Javnaðarflokkurin smigrar fyri andstøðuni, orsakað av onkrari ólekiligari tráðan eftir CHE samgonguni, sigur Bjarni Djurholm.