Løgmaður: Ongin vandi fyri samgonguni

- Eg dugi ikki at síggja, at samgongan skal vera í nøkrum vanda, hóast tað ikki eydnast at finna semju um fíggjarkarmin fyri næsta ár Tað staðfesti Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fyri eini løtu síðani.

Síðsta freist at leggja uppskot um fíggjarkarmin fyri næsta ár fyri Løgtingið er í dag og tað fer at eydnast, staðfestir hann.

Seinnapartin í dag verður landsstýrisfundur og tá verður seinasta royndin gjørd at finna semju um fíggjarkarmin.

Samráðingarnar slitnaðu i gjár, tí Fólkaflokkurin fekk ikki tær sparingar, hann vildi hava og tískil fór hann av samráðingarfundinum.

Eydnast tað ikki at finna semju í hesi seinastu royndini, fara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin at leggja eitt felags uppskot fyri Løgtingið.

Men Løgmaður heldur, at tað eigur samgongan saktans at tola.

- Fólkaflokkurin er samdur um nógv tann størsta partin av uppskotinum og tað ivast hann ikki í, at hann fer at standa við.

- Men eydnast tað ikki at finna semju um tað síðsta, vænti eg ikki, at tað fer at koppa samgonguni.

Ístaðin fer uppskotið so ígjøgnum mylnuna hjá Løgtinginum og verða onkrar broytingar gjørdar har, ber væl til at tosa um tað.

Hann leggur dent á, at hetta er altso ikki uppskot um eina fíggjarlóg, men um ein fíggjarlkarm og hóast nakrar milliónir skilja flokkarnir, eigur tað ikki at beina fyri samgonguni.

Kaj Leo Johannesen sigur, at tað vildi verið serstakliga ábyrgdarleyst at stungið halan ímillum beinini nú og tað væntar hann heldur ikki, at Fólkaflokkurin fer at gera.

- Tað fer ongin flokkur, við virðing fyri sær sjálvum, at gera.

- Eg skilji á Fólkaflokkinum, at hann ætlar sær ikki úr samgonguni.

Og sjálvur hevur løgmaður ongar ætlanir um at tveita Fólkaflokkin úr samgonguni, hóast semja ikki fæst um útreiðslukarmin á fundinum í kvøld.