Løgmaður á ríkisfund

Í dag fer Anfinn Kallsberg á ríkisfund í Grønlandi, saman við Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformanni og Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra

Tað eru ikki tey stóru tíðindini at frætta undan ríkisfundinum. Hann er óformligur á tann hátt, at eingin dagsskrá verður gjørd. Heldur ikki eru embætisfólk við á fundinum, tá Motzfeldt, Kallsberg og Nyrup Rasmussen sessast um fundarborðið.

AnfinnKallsberg løgmaður, sigur, at hann fer at rógva aftur á tey mál, sum hava verið umrødd millum Danmark og Føroyar, eitt nú flogvøllin í Vágum, ES -mál, sjóverjuna og uttanríkismál.

? Hetta eru mál, sum vit eru felags um, og sum vit hava tosað við Niels Helveg Petersen, uttanríkismálaráðharra og Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, tá teir hava vitjað í Føroyum, sigur Anfinn Kallsberg.

Seinasti ríkisfundur var í Føroyum 6. januar í fjør.Tá var Edmund Joensen løgmaður.

Løgmaður sigur, at hann ikki hevur stórvegis viðmerkingar til ríkisfundin fríggjadagin, av tí at hann ikki hevur verið við áður, og tí ikki veit stórvegis um, hvussu farið verður fram á slíkum fundi.

Hóast embætisfólkini ikki sleppa á ríkisfundin, eru tey kortini við á ferðini, av tí at tey skulu fundast fyri seg.