Løgmaður setur ProVita-ráðstevnu

Løgmaður setur ProVita-ráðstevnu um mannavirði og avleiðingar av fosturtøku.

Løgmaður setur ProVita-ráðstevnu um mannavirði og avleiðingar av fosturtøku.

 


Í morgin og leygardagin verður stór ráðstevna í Østrøm sum felagsskapurin Pro Vita skipar fyri.

Evnið á ráðstevnuni er mannavirði og avleiðingar av fosturtøku. Hesi evni í fosturtøkuspurninginum eru merkt av tabu, og tí setir ProVita fokus á tey, við fyrilestrum á høgum fakligum støði við fyrilestrahaldarum úr Onglandi, Skotlandi, Danmark og Norra.

 


Ráðstevnan verður sett av løgmanni Aksel V. Johannesen fríggjadagin 27. apríl kl. 10.00.

Til ber at vitja provita.fo fyri nærri kunning.