Tað er kunnugt fyri øllum, at Jóhan Dahl hevur givið stjóranum á Skráseting Føroya eina skrivliga ávaring, og nú vil Høgni Hoydal hava løgmann upp í málið. - Ávaringin er givin núverendi stjóranum á Skrásetingini, Jógvani Thomsen, fyri úttalilsir hjá starvsfólki og fyrrverandi stjóranum á Skrásetingini. Um eitt mál, sum fór fram, áðrenn Jógvan Thomsen gjørdist stjóri, sigur Høgni Hoydal.
Formaður Tjóðveldis sigur, at Jóhan Dahl velur eitt so álvarsligt fyrisitingarligt stig mótvegis Jógvani Thomsen, tí hann er ónøgdur við umrøðuna, sum málið hevur fingið í fjølmiðlunum og almenninginum.
- Hinvegin hevur Jóhan Dahl ongi fyrisitingarlig stig tikið mótvegis Vinnumálaráðnum í sambandi við álvarsligu átalurnar hjá Løgtingsins Umboðsmanni í einum øðrum máli. Har víst varð á álvarsligar feilir, skeivar avgerðir og ógegni í Vinnumálaráðnum ? mótvegis júst avgerð hjá Skráseting Føroya, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at talan sostatt er um óskiljandi framferð hjá landsstýrismanninum, sum sendir tekin um avleiðingar fyri starvsfólk, ið siga sína hugsan alment. Og ilt er at síggja, at ávaringin kann vera í samsvari við fyrisitingarreglur og góðan fyrisitingarsið.
- Løgmaður, ið hevur eftirlit við landsstýrisfólki og teirra fyrisiting, skal tí nú svara løgtinginum, hvussu hann metir framferðina hjá Jóhan Dahl ? og hvørjar avleiðingar hann fer at taka av málinum, sigur Høgni Hoydal.
Fyrispurningurin er í níggju punktum.