Løgmaður skrivar í Fámjin

Seinastu dagarnar hevur Kaj Leo Johannesen verið í Suðuroy, har hann hevur roynt at hildið frí í nakrar dagar. Men hann hevur eisini verið noyddur at hugsa um ólavsøkurøðuna, sum hann skal halda í løgtinginum ólavsøkudag.

Hendan røðan verður fyrireikað í góðari tíð, men seinasta hond verður ikki løgd á røðuna fyrr enn stutt fyri ólavsøku. Og hesar dagarnar í Fámjin hevur Kaj Leo Johannesen eisini tikist við ólvsøkurøðuna hjá sær og hevur skrivað onkrar partar av henni.

- Optimisman, sum hevur verið, sæst nú aftur í tølunum, og tað er munandi lættari at halda ólavsøkurøðuna í ár, enn tað var í fjør. Tá peikaði alt niður eftir, bæði hjá okkum og londunum rundan um okkum, men nú er vend komin í, og vit eru á veg uppaftur, heldur Kaj Leo Johannesen.