Løgmaður talaði á toppfundi

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur í dag hildið røðu á toppfundi millum norðurlendsku forsætisráðharrarnar og øðrum leiðandi politikkarum í Norðurlondum Løgmaður kom inn á, hvussu heimurin er vorðin skakaður av fíggjarkreppuni, sum higartil hevur kostað ótaldar milliardir krónur. Tó helt hann, at fíggjarkreppan bert er ein av mongu kreppunum í heiminum, sum eisini hevur veðurlagskreppu, matvørukreppu og ráevniskreppu. Felags fyri hesar kreppur og avbjóðingar er, at einstakar tjóðir hvør sær ikki kunnu loysa tær.

? Tað snýr seg um finna globalar loysnir, segði Kaj Leo Johannesen og ráddi til at savna norðurlendsku kreftirnar til at standa saman um loysnir.