Løgmaður ávarar ímóti skipaðum ágangi

Anfinn Kallsberg tók í gjár eitt óvanligt stig, tá hann sendi út eina ávaring ímóti boðskapinum í einum teldubrævi, sum fólk í felagsskapinum Hesuferð hevði sent ávísum persónum í Føroyum

 

Fyrrpartin í gjár sendi Anfinn Kallsberg, løgmaður, út eina óvanliga ávaring um nakað, sum hann kallar skipaðan ágang ímóti sær.

 

Orsøkin til stigið hjá løgmanni var eitt teldubræv frá einum av oddafólkunum í felagsskapinum Hesuferð, sum var sent ávísum persónum í Føroyum. Hesuferð er felagsskapur, sum vil hava føroyskt fullveldi.

 

Í teldubrævinum verður lagt upp til, at Hesuferð skal mótmæla, »at løgmaður áhaldandi roynir at billa fólki inn, at vit enn eiga at samráðast við donsku stjórina um tey mál, sum løgtingið hevur sett fyri sjálvstýrisgongdini.«

 

Skotið verður upp, at hetta skal mótmælast við greiðari grundgeving til eitthvørt høvi.

 

Í teldubrævinum verður eisini skotið upp, at fólk í Hesuferð fara at gera viðmerkingar í bløðunum, soleiðis sum tey áður hava gjørt.

 

Brævaskrivarin bjóðar seg fram til at skriva viðmerkingar, sum fólk síðani »kunnu taka at sær, umskriva og senda bløðunum.«

 

 

 

Endar við ruðuleika

 

Anfinn Kallsberg fekk í gjár hendur á hesum teldubrævi, sum av óvart var sent nógv fleiri fólki, enn tað helst varð ætlað í fyrstu syftu.

 

Og løgmaður tók beinanvegin stig til at steðga ætlanini í teldubrævinum.

 

? Sum løgmaður vil eg ávara ímóti tí virksemi, ið sýnist hava tikið seg upp. Serliga er tað ætlanin við skipaðum ágangi ímóti løgmansins samráðingarvilja.

 

? Besti háttur at loysa ósemjur er at tosa saman. Alt annað endar í ruðuleika, sigur løgmaður.

 

Anfinn Kallsberg heitir í sínum skrivi á fólk um at vísa sømuligan atburð og síggja burtur frá slíkum teldubrøvum, tí hann heldur, at tað kann forkoma skipaðu sjálvstýristilgongdini.