Løgmaður vil hava donski stjórnina at atkvøða nei

Tað hevði verið best fyri ríkisfelagsskapin, at danska stjórnin atkvøðir ímóti, at ES kann seta revsitiltøk í verk ímóti Føroyum.

Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen.

Danski forsætismálaráðharrin, Helle Thorning Schmidt, hevur boðað løgmanni frá, at Danmark ætlar at atkvøða blankt í ES Ráðharraráðnum, tá ið heimildarlógin, ið skal loyva ES at seta í verk tiltøk móti londum, sum ikki fiska burðardygt, kemur fyri.

Danska stjórnin er eisini til reiðar vegna Føroyar at royna møgulig revsitiltøk í WTO gerðarrættinum ella í ES dómstólinum. ?

Danmark hevur tískil broytt støðu í málinum, tí tá ið ES Nevndin legði uppskotið fram fram í vetur, var væntandi, at Danmark fór at taka undir við uppskotinum. ?

Men hetta er Løgmaður ikki heilt nøgdur við.

Løgmaður hevur í samrøðu við danska forsætismálaráðharran lagt dent á, at tað hevði verið best, um danska stjórnin atkvøddi ímóti uppskotinum.

Hinvegin fegnast hann um, at tað samskiftið, ið hevur verið millum føroyskar og danskar myndugleikar, hevur givið donsku stjórnini eina greiðari fatan av, at tað snýr seg um eitt veruligt álvarsmál fyri Føroyar. ?