Løgmaður manglar realistiska ásannan og vil ikki tosa um møgulig mistøk í sambandi við fullveldisætlanina í nýggjársrøðu síni.
Tað heldur Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
- Løgmaður tosar nógv um sonevndu fullveldistilgongdina í nýggjársrøðu síni, men hann vil ikki viðurkenna, at fullveldisætlanin gjørdist ein dundrandi fiasko. Samgongan skrivaði í samgonguskjalið, at eftir eina fólkaatkvøðu í 2000 skuldu teir skipað Føroyar sum fullveldisríkið frá nýggjárinum 2001. Alt hetta gjørdist ein politisk hvørvisjón, sigur Hans Pauli Strøm.
- Einki kom burturúr hesum. Teir kláraðu at yvirtaka skipasýni eftir heimastýrislógini, meðan yvirtøkurnar av skúlaverki og almennari forsorg ikki eru verdar at nevna, tí hetta er einki uttan politisk formalisering av veruligu yvirtøkuni, sum fór fram fyri 25 árum síðani.
- Men tað kemur ikki eitt einasta sjálvkritiskt orð frá løgmanni um, hvørt tað nú møguliga vóru onkur mistøk í teirra glæsiligu politisku ætlan sum gjørdi, at hon bleiv ein slík fiasko, sum neyvan nakar teirra hevði droymt um fyri 4 árum síðani.
Fekk onga undirtøku
Hans Pauli Strøm heldur, at løgmaður sær burtur frá veruleikanum, at hann ongantíð náddi tí, sum serliga hann gjørdi til sítt aðalmál.
- Løgmaður vildi hava eina breiða semju um ein loysn av sjálvstýrismálinum, men tað eydnaðist honum ongantíð at fáa andstøðuna ella partar av henni við í nakra semju. Tað gjørdist bara til úrslitaleyst kaffiprát.
- Størsi ósigurin var ivaleyst, at løgmaður ongantíð fekk nakran meiriluta millum fólkið fyri ætlanini hjá landsstýrinum. Tvørturímóti hevur løgmaður upplivað, at teir bara hava havt minkandi minniluta aftan fyri seg, sigur Hans Pauli Strøm.
Veruleikin ein annar
Løgmaður tosaði í nýggjársrøðuni um at varðveita og styrkja vælferðarsamfelagið, men hetta heldur Hans Pauli Strøm eru bara vøkur orð.
- Sum løgmaður hevur Anfinn Kallsberg forða fyri, at hetta kann gerast veruleiki. Tá blokkstuðulin verður skerdur við næstan 400 milliónum krónum verða tað hvørki ráð at endurbyggja alt, sum liggur í órøkt, ella at gera nøkur sosial framstig komandi árini, uttan at arbeiða við stórum undirskoti á fíggjarlógini, at brúka innistandandi í landsbankanum ella at skerja lovaðar íløgur niður í eina helvt.