Talan var um ein óformellan fund, men tó við dagsskrá, har tey vitjandi úr Tinganesi vórðu víst runt og m.a. sóu hvussu býráðsumsitingin arbeiðir.
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu Heðin Mortensen sigur, at umsitingin hjá løgmanni og Tórshavnar kommuna hava nógv felags áhugamál.
Nevnast kann býlingurin úti í Tinganesi og varðveiting av søguligum fornminnum í kommununi. Eisini í samband við almennar vitjanir er neyvt samstarv partanna millum, soleiðis at til ber at leggja ætlanir til rættis í góðari tíð.
Hetta hevur ikki verið roynt áður, men vit halda at slíkir fundir eru av stórum týdningi, serliga nú fleiri almennar uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita, sum t.d. eldraøkið, har Tórshavnar kommuna kundi verðið nýtt sum royndarkommuna, sigur Heðin Mortensen.