Løgmanssteypið ikki avgjørt í ár?

Meðan roynt verður at greiða fløkjuna í drúgva málinum um Páll M. Joensen, gerst tað alt meira trupult hjá FSF at finna leysar terminir, har steypakappingin kann avgreiðast

HB-málið

Eftir uppskotinum, sum fyri viku síðani varð sent feløgunum, skuldi finalan spælast tann 20. september, men úrskurðurin hjá Ítróttardómstólinum hevur helst skotið hesar ætlanir í senk. Sambært hesum skal dysturin hjá EB/Streymi móti VB/Sumba ella HB spælast tann 26. juli, og tað er neyvan hugsingur um, nú málið enn einaferð verður tikið upp í Kappingarnevndini.
Við øðrum orðum vil tað siga, at skal kappingin um Løgmanssteypið avgreiðast í ár, so verður tað neyvan, fyrr enn vit eru komin heilt nær endanum av landskappingini. Og so er spurningurin, hvørt tað tá er serliga smart at spæla hesa. Bæði tí veður og vindur tá kunnu hugsast at fáa ein meira enn avgerandi leiklut. Og kanska eisini, tí hetta kann skapa órógv í endaspurtinum í landskappingini. Hetta serliga tí føroysk feløg ikki eru von við at hugsa um avgerandi dystirnar í lands- og steypakapping ísenn.
Tí kann avleiðingin væl verða tann, at hálvfinalur og finala í steypakappingini ikki verða avgreidd fyrr enn komandi vár. Tað er í øllum førum einki innan UEFA-krøvini, sum forðar hesum, tí har skulu vinnandi steypafinalistarnir bara vera tøkir undan lutakastinum, sum er seinast í juni mánaði. Men hinvegin er tað nokk heldur ikki serliga smart fyri feløgini, tí talan aloftast er um ávísa útskifting í spælarahópinum millum álmanakkaár.