Um 17 tíðina í gjár, sunnudagin, fór eitt par at berjast í einum bili í Eysturoynni. Sjálvi sendu tey boð eftir løgregluni, sum kom á staðið fyri at fáa semju millum parið.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tá politii kom á staðið, fekk løgreglufólkið upprættað friðin aftur, eftir at hava meklað nakað.