Løgreglan eisini ábyrgdarleys

- Vit hava roynt at fáa kappkoyring undir skipað viðurskifti á koyribreytir burtur frá vegunum, men løgreglan og fútin hava verið ósamarbeiðsvillig, og tað ger ikki støðuna betri viðvíkjandi kappkoyring á vegunum, sigur Agnar Dahl, motorsúkklufjeppari og limur í MC-Føroyar

Eftir tilburðin týsdagin seinnapartin, tá løgreglan jagstraði og tók ein motorsúkkluførara í Suðurstreymoy, vísti bæði løgreglan og Fersðlutrygd á, at trygdin er í vanda við øktum motorsúkkluvirksemi í Føroyum. Agnar Dahl var í 2000 við til at stovna áhugafelagið hjá motorsúkklufjepparum í Føroyum, MC-Føroyar, og rekur hann eisini fyritøkuna AD-Import, sum innflytir og selur motorsúkklur og prutl.
Endamálið við áhugafelagnum var sambært Agnari at fáa avsíðis koyribreytir, so kappkoyring kann fara fram undir skipaðum viðurskiftum, og hann tekur frástøðu frá sjónarmiðunum hjá løgregluni og Ferðslutrygd, samstundis sum hann í ein mun vendir kanónini aftur móti teimum. Hann fýlist, at motorsúkklukoyrarar fáa skuldina fyri, at trygdin á vegunum er í vanda.

Myndugleikarnir langt úti
Agnar Dahl sigur, at kappkoyring og skilaleys koyring altíð fer at vera, og at teir tí hava vent sær til myndugleikarnir við fyrispurningi um koyribreyt burtur frá vegunum til frama fyri trygdina.
- Men higartil hava vit bert møtt illvilja frá løgreglu og fúta, og treytirnar, teir settu fyri skipaðari koyribreyt, vóru sera órímiligar. Tað manglaði bara, at vit skuldu hava 4 metra høgt elektriskt hegn og tak omaná hesi koyribreytini, leggur Agnar skemtandi afturat. Á henda hátt metir hann ikki, at løgreglan hjálpir til at avmarka skilaleysa koyring á vegunum, og hetta er ábyrgdarleyst.

Vandamikil løgregla
Tilburðurin týsdagin, tá tveir løgreglubilar jagstraðu 20 ára gamla motorsúkkluføraran, sum varð máldur at koyra 193 km/t, avdúkaði eisini løgregluna sambært Agnari.
- Tað er líka ábyrgdarleyst at fara at jagstra ein motorsúkklukoyrara, sum helst hevur koyrt væl skjótari enn 193 km/t, við tveimum løgreglubilum, tí tá setir tú øll onnur á vegunum í eins stóran vanda, sigur Agnar Dahl. Tá løgreglan enntá megnaði at fanga føraran á motorsúkkluni, kann ein sambært Agnari spyrja seg sjálvan, hvussu skjótt teir løgreglumenninir so sjálvir hava koyrt.
- Men løgreglumenn hava eisini brúk fyri at spæla, eins og vit onnur, og tað er møguliga ein orsøk til, at teir valdu skilaleyst og ábyrgdarleyst at fara at jagstra ein motorsúkkluførara, í staðin fyri bert at fáa hansara nummarplátu, sigur Agnar Dahl. Munurin er sambært Agnari, at politistarnir kunnu gera hetta lógliga, meðan onnur mugu fara útum lógarinnar karmar.

Jón takkaði nei
Agnar Dahl ger eisini viðmerkingar til upplýsingarnar frá Jón Kraagesten av Ferðslutrygd í gjár, sum óttast avleiðingarnar av øktum motorsúkkluvirksemi.
- Alt, sum hevur við motorsúkklur at gera, er bert blivið betri seinnu árini. Nógv fleiri hava koyrikort, og ferðin er farin niður munandi, sigur Agnar Dahl. Í hesum sambandi vísir hann á, at tað er eingin nytta at flyta aldursmarki frá 18 til 21 ár, sum Jón Kraagesten av Ferðslutrygd í blaðnum í gjár mælti til. Agnar Dahl sigur, at um lógleysi knallert-hugburðurin við øllum møguligum órímiligum treytum skal flytast yvir á motorsúkklurnar, verður hetta bert verri fyri trygdina.
- Tá MC-Boogie (tiltakið fyri øll motorsúkkluáhugað) varð hildið, varð Jón Kraagesten av Ferðslutrygd bjóðaður við, so Ferðslutrygd kundi hava sína ávirkan, men Jón takkaði nei, og tað hildu vit vera løgið. Agnar sigur, at um Jón Kragesteen nústaðni hevur uppdagað, at tað er ein motorsúkklumentan í Føroyum, hevur hann ikki havt fingurin á pulsinum.
Hann slær at enda fast, at hann á ongan hátt stuðlar skilaleysari og ólógligari koyring, men hann fílist bert á, at motorsúkklukoyrararnir fáa skuldina av m.a. tilburðinum týsdagin.