Aftur í morgun var løgreglan á ferð og blandaði seg upp í ferðsluna, sum var á veg til Havnar í morgun við fólki sum skuldi til arbeiðis ella í skúla, ella í øðrum ørindum. Hetta er eitt átak, løgreglan nú hevur gjørt í nakrar morgnar, og endamálið við tí er at hava eina tálmandi ávirkan á ferðsluna.
Tað er ikki ókent, at summir bilar koyra í skjótara lagi. Men samstundis eru tað hedur ikki allir bilførarar, sum koyra so skjótt, sum bilarnir aftan fyri kundu hugsað sær, og tað kann elva til óumhugsaðar og vandamiklar yvirhálingar.
Men við at vísa seg um morgnarnar, heldur løgreglan, at tey hava eina góða ávirkan á ferðsluna-
Fyri einum ári síðani gjørdi Tórshavnar Býráð eina kanning, har tey taldu, hvussu nógvir bilar koyrdu av bygd til Havnar tveir gerandisdagar frá klokkan 7.30 til klokkan 8.30. Úrslitið vísti, at bara hendan tíman koyra einir 900 bilar av bygd til Havnar. Síðani er bæði fólkatalið og bilatalið munandi økt, so helst eru bilarnir enn fleiri nú, sum koma til Havnar hvønn morgun.
kanningin vísti, at í miðal koyra 689 bilar eftir Hvítanesvegnum til Havnar í hesum tíðarskeiðnum. Men kanningin vísir eisini, at í 77 prosentum av bilunum er førarin einsamallur.
Kanningin vísir eisini, at í sama tíðarskeiði koyra 215 bilar eftir Kirkjubøarvegnum til Havnar, og í 62 prosent av bilunum var førarin einsamallur. Sostatt koyrdu 904 bilar til Havnar hesar báðar tilvildarligu morgnarnar í august.