Tað er eingin loyna, at leiðslan í løgregluni í Føroyum seinastu árini hevur miðað ímóti, at seta fleiri føroyingar í ovastu leiðslustørvini, og John Kølbæk, fúti, sigur, at vit eru nærri enn nakrantíð áður. So nær, at stig nú eru tikin til at tryggja, at tað hendur fyrr heldur enn seinni.
Eingin chefspolitiinspektørur er settur í starv síðani Niels Erik Nymark Jensen gavst fyrr í ár. Orsøkin er, at man frá leiðslunnar síðu fegin vildi seta ein føroying í starvið, men trupulleikin var, at eingin hevði neyðugu útbúgvingina til starvið.
Nú er nýggjur chefspolitiinspektørur settur, ein dani, men einans í stutta tíð.
- Tað er í veruleikanum bara eitt lán frá Danmark í eitt ár, ein, sum eitur Steen Nørskov, sigur John Kølbæk, fúti.
- Vit hava verið í tí støðu, at teir báðir seinastu chefspolitiinspektørarnir hava verið áramálssettir. Fyrst Peter Thaysen, sum var settur í trý ár, sum síðani bleiv longt við tveimum árum, og so Niels Erik Nymark Jensen, sum bleiv settur í trý ár, men valdi at fara fyri tíð, greiðir John Kølbæk frá.
John Kølbæk greiðir frá, at teir so stóðu í tí støðu, at hóast ætlanin alla tíðina hevur verið at menna egnar leiðarar, so var eingin ikki komnir nóg langt í mun til formligu krøvini, sum starvssetanin setir, millum annað hvat útbúgving viðvíkur.
- Trupulleikin nú er, at um vit seta onkran í fast starv, so er starvið sett næstu trý árini. Tí valdu vit heldur at lána ein í eitt ár, og so kunnu vit lýsa starvið leyst aftur næsta heyst. Til ta tíð vóni eg, at fleiri føroyingar eru, sum lúka formligu krøvini, sigur fútin og váttar, at fleiri føroyskir løgreglumenn eru í ferð við at nema sær neyðugu útbúgvingarnar.
John Kølbæk sjálvur er eisini áramálssettur.
- Vit komu til Føroya í 2013, so eg havi verið her í fýra og eitt hálvt ár. Starvssetanin er í seks ár við møguleika at leingja tað í trý ár, sigur hann.
Lógin sigur, at fútin skal vera løgfrøðingur og hava starvast sum høvuðsákæri í nøkur ár, men John Kølbæk sigur, at hesi krøvini eru broytt í Danmark, men ikki í Føroyum. Har eru hvørki krav, at fútin er løgfrøðingur, ei heldur, at hann hevur starvast í løgregluni áður.
- Vit sita í løtuni og endurskoða føroysku lógina, men um nakrar broytingar vera á júst hesum økinum tori eg ikki at siga nakað um enn. Tað vil tíðin vísa. Undir øllum umstøðum, so hava vit nú fingið fleiri føroyingar inn í ákæruvaldið, so onkur av teimum kann kanska hugsast at taka stigið allan vegin upp til fúta, sigur hann.