Næmingar á Glasi undraðust í morgun á, hví løgreglan var á vitjan á Glasi.
Av løgreglustøðini bleiv upplýst, at skúlaleiðslan hevði meldað, at onkur hevur framt herverk á skúlanum í nátt. Løgreglan gjørdi kanningar á staðnum.
Tað er serliga í ítróttarhøllini, at herverk er framt. Rútar eru brotnir og fleiri eru meiggjaðir til við spraydós.
In.fo var á staðnum og tók nakrar myndir av herverkinum.