Løgreglan í øðini inn á Bruce Springsteen

:)

Bruce Springsteen hevur fingið tað mesta av løgregluliðnum í New York uppá nakkan, eftir at hann hevur skrivað ein sang, um hendingina tá fýra løgreglumenn skutu og drupu ein innflytara.

Sangurin sum eitur American Skin, handlar um hendingina, tá tann 22 ára gamli Amadou Diallo úr Guinea varð skotin til deyðis. Teir fýra løgreglumenninir í New York lótu 41 skot av móti unga manninum, tá hann royndi at taka mappuna úr lummanum.

Løgreglumenninir hava seinni fortalt í rættinum, at teir hildu at hann royndi at fáa fatur á revolvaranum hjá sær. Diallo var raktur av 19 av teimum 41 skotunum, harav vóru fleiri av skotunum drepandi.

Tá rættarsakin varð hildin, vóru allir løgreglumenninir funnir ósekir í morði. Óvist er um løgreglumenninir heldur vóru dømdir fyri óviljað manndráp.

Bruce Springsteen spældi fyrstu ferð henda nýggja sangin á eini konsert hann helt í Atlanta tann 6. Juni.

Felagsskapurin hjá løgreglumonnum í New York hevur, í skrivi, heitt á allar sínar limir, um at halda seg burtur frá teimum 10 konserturnum, sum Bruce Springsteen eftir ætlan fer at halda í New York, á hesi konsertferðini. Eisini varð heitt á løgreglumenninar, um ikki at arbeiða sum trygdarvørðar fyri Bruce Springsteen í frítíðini.

-Hetta var júst tíðin, tá sárini eftir tilburðin vóru um at gerast heil aftur, og so kemur hann og opnar tey aftur við hasum sanginum, sigur formaðurin í felagnum hjá løgrelgumonnum í New York um Bruce Springsteen.

Um løgreglan í New York ikki er glað fyri henda nýggja sangin, so er mamma til tann dripna drongin tað. Hon hevur takkað Bruce Springsteen fyri sangin, og væntað verður at hon fer á pallin saman við Bruce Springsteen til onkra av komandi konsertunum.