Løgreglan leitar eftir horvnum bili

Ein svartur bilur er horvin í Havn sunnumorgun

Ein bilur er horvin frá vesturbýnum í Havn í morgun. Hesum boðar løgreglan frá, og tískil er ein eftirlýsing av bilinum send út. Talan um ein svartan Honda Accord, Sedan, árgang 2008. Nummarplátan er PH 342.

 

- Um tú veitst nakað um bilin, vinarliga ring á telefon 114, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

 

Nógv fólk vóru í býnum í nátt, og løgreglan hevur havt úr at gera náttina til sunnudag. Les meira um tað her: Hetta hevur verið ein strævin nátt.