Løgreglan: Nú eru vit nærri einari loysn

Norska løgreglan heldur framvegis grundarlag vera fyri at halda, at Tom Hagen er sekur í drápi ella viðvirkan til dráp av konu síni, Anne-Elisabeth Hagen.

 

Drúgva kanningararbeiðið í samband við horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, kann nú vera ávegis móti einum frambroti, tí sambært VG heldur norska løgreglan, at tey eru nærri málinum at finna út av, hvat hendi í Lørenskog hin 31. oktober í 2018, tá ríkmanskonan sporleyst hvarv.

Leiðarin hjá løgregluni í málinum, Gjermund Hanssen, váttar í dag yvirfyri VG, at tað er framgongd í kanningararbeiðnum. Hann sigur, at arbeiðið er krevjandi, men heldur samstundis, at løgreglan nú er nærri málinum at greiða tað, sum hendi, og soleiðis eisini at kunna reisa møguliga ákæru í málinum.

Í næsta mánaði er eitt ár liðið, síðan hjúnafelagin hjá Anne-Elisabeth Hagen, miljarderurin, Tom Hagen, varð handtikin og skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Hann varð tó leyslatin aftur 11 dagar seinni, tí rætturin metti ikki, at løgreglan hevði nóg góð prógv fyri at hava mannin sitandi í varðhaldi. 

Í árinum, sum er farið, hevur løgreglan ikki borðrreitt við nógvum nýggjum, og norskir miðlar vita ikki um møgulig nýggj prógv móti miljarderinum, sum annars varð leyslatin í fjør vár, tó framvegis skuldsettur í málinum. Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, hevur mælt miljarderinum frá at lata seg avhoyra av norsku løgregluni, soleiðis sum støðan er.

Men, Tom Hagen er fleiri ferðir frammanundan avhoyrdur, og nevnt hevur verið í norskum miðlum, at hann í minsta lagi er avhoyrdur 12 ferðir. Sama er við teimum trimum vaksnu børnunum, sum hjúnini eiga, og tey hava heldur ikki longur áhuga í at luttaka í fleiri avhoyringum hjá løgregluni.

Sum skilst á VG í dag, er tað serliga sonevndu krypto-sporini, ið løgreglan hevur lagt nógva orku í at kanna. Miljarderurin var nevniliga inni á løgreglustøðini, tá hann einaferð fluttu teimum, sum siga seg hava rænt ríkmanskonuna, fleiri miljónir norskar krónur. Meðan flytingin varð framd í monero, fylgdi kriminalløgregla í fleiri londum við, um tey kundu fylgja flytingini.

Men, tað kundu tey í fyrstu atløgu ikki, skilst.

Norska løgreglan sigur, at slíkt arbeiði er ógvuliga avbjóðandi og tíðarkrevjandi, tí hetta snýr seg um krypteraðar samskiftishættir, og tískil hevur eisini verið neyðugt at leitað sær altjóða samstarv við ymiskar løgreglumyndugleikar. 

Tá VG spyr løgregluleiðaran í hesum máli, Gjermund Hanssen, um skuldsetingarnar móti Tom Hagen eru viknaðar ella styrktar, svarar hann soleiðis:

- Tom Hagen er framvegis skuldsettur, og eftir okkara tykki er rímilig orsøk til illgruna um dráp ella viðvirkan til dráp. Men, vit vilja ikki leypandi siga meira um hetta í miðlunum, leggur Gjermund Hanssen aftrat.

##med2##