Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið friðarligt.
Tó er eitt mál reist um harðskap. Tað var á einum skeinkistaði í Suðuroy, at nakrir mans komu til ilnar stutt eftir midnátt og í tí sambandi er ein maður sligin.
Løgreglan hevur verið á staðnum og hevur skrivað sær nøvnini upp á teimum, og hevur avhoyrt nøkur vitni, so nú verður so málið kanna gjølligari. Men løgreglan sigur, at málið er skrásett sum harðskapur.
Eisini í Klaksvík komu menn til ilnar og eisini har hevur løgreglan tryggjað sær nøvnini á teimum, sum vóru til staðar og so verða tað tær gjølligari kanningarnar, sum gera av, hvat úrslitið av tí verður.
Í nátt hendi eisini tað, at ein hýruvognsførari ringdi á løgreglustøðina at boða frá, at hann hevði bakkað á ein bil tá ið hann skuldi venda.
Men heldur enn at purra eigaran út á hálvari nátt, ringdi hann til løgregluna at boða frá og so fær eigarin boðini tá ið hann vaknar.
Løgreglan sigur, at mitt í nátt var ein varðferð hjá løgregluni á ferð ígjøgnum Vágsbotn, og har komu tey fram á ein stuttleikabát, sum lá við bátabrýrnar. Báturin hoyrdi ikki til í Havn, men har var fult av fólki umborð – og eingin av teimum var edrúvur.
Og fyri at tryggja sær, at tey ikki funnu upp á at loysa og fara ein stimitúr í óvfærkætinum í nátt, steðgaði løgreglan motorinum og tók lyklarnar við sær. Lyklarnir liggja nú á løgreglustøðini og teir fær eigarin aftur, tá ið hann er siglingarførur, sigur løgreglan.