Løgreglan: Tað gav gott úrslit at biðja um hjálp

Harðskapurin í miðbýnum í Havn sunnumorgunin, er nú at kalla uppkláraður

Tað hjálpti rættiliga væl, at vit bóðu almenningin um hjálp.

Tað sigur Løgreglan, nú nakrar dagar eftir, at ein maður var fyri grovum harðskapi í Klubbagarðinum í miðbýnum í Havn tíðliga sunnumorgunin.

 

Eftir tú, sum kom fram, stóð hann einsamallur og bíðaði eftir einum hýruvogni, tá ið hann varð sligin og sparkaður, til hann misti vitið. Tá ið hann raknaði við aftur, vóru gerningsmenninir horvnir.

Hann fekk blá merki og snuddir av harðskapinum, men meiri álvarsligt er, at hann eisini breyt beinið.

 

Ongi vitni vóru til hendingina, og tí fór løgreglan í fjølmiðlarnar at leita eftir vitnum.

- Vit stóðu at kalla á berum og tí lýstu vit eftir vitnum í miðlunum, sigur løgreglan.

 

Og tey siga, at tað hjálpti rættiliga væl. Fleiri fólk hava vent sær til løgregluna, og útslitið var, at ein gerningsmaður varð tikin og skuldsettur. Og hann hevur eisini partvís játtað seg sekan, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at tað vóru frágreiðingar frá fólki, ið vendu sær til løgregluna, sum førdi til, at gerningsmaðurin varð funnin.

 

Løgreglan sigur, at fráboðanirnar, tey hava fingið frá fólki, hevur givið teimum eina heildamynd av hendingini og nú er málið at kallað uppklárað. Tað eru tó onkrir snøklar eftir, áðrenn løgreglan er heilt liðug við kanningararbeiðið.

 

Upprunaliga varð sagt, at tað vóru tríggir mans, sum lupu á mannin, men løgreglan sigur nú, at tey fáa ikki sagt so nógv um tað enn. Og tey fáa heldur ikki sagt so nógv um hendingina sjálva, meiri enn tað, sum longu er komið fram.

 

Tey fáa heldur ikki sagt, um gerningsmaðurin er ein gamal kenningur, ella ikki.