Løgreglan veit ikki hvat ósemjan snýr seg um

Roynt verður nú at greiða fløkjuna, har fólk breyt seg inn í bústaðin hjá øðrum at bíða til húsfólkið kom heim

Í gjáramorgunin fekk løgreglan boð um at fólk vóru komin til ilnar í eini íbúð í Havn.

 

Talan var um fólk, sum um náttina vóru farin inn í búðina hjá øðrum fólkum og har høvdu tey sett seg at bíða til húsfólkið kom heim.

 

Men tá ið fólk loksins komu heim tíðliga á morgni, var tað ikk húsfólkið, men nøkur onnur. Illstøða tók seg upp, men fólk, sum hoyrdu gangin, róptu á tey, at tey høvdu sent boð eftir løgregluni. Tá ið óbodnu gestirnir hoyrdu tað, hildu teir til beins.

 

Løgreglan hevur eina góða hylling á, hvørjir teir óbodnu gestirnir vóru og fer at tosa við teir, tá ið tað fæst fatur á teimum.

 

Annars var rúsdrekka uppi í, so tað er ringt at fáa eina samanhangandi frágreiðing um, hvat í roynd og veru er á vási. Men lagt verður afturat, at ongin hevur fingið skaða.

 

Men løgreglan hevur kortini skilt so mikið, at tey, sum búðu á bústaðinum, eru løgd undir at skylda teimum óbodnu gestunum pengar. Men fyri hvat, veit løgreglan ikki enn og tað er ein spurningur, tey nú royna at greiða.