Løgreglan vil vera klár til einhvørja støðu

– Vit vilja tryggja, at vit hava neyðugu manningina, soleiðis at vit ikki hava for nógv fólk til arbeiðis í senn, sigur Michael Boolsen, fúti.

Seinastu mánaðirnar hevur løgreglan í Føroyum brúkt nógva orku upp á korona-tilbúgvingina, men nú er avgerð tikin um at broyta mannagongd.

– Vit vilja tryggja, at vit hava neyðugu manningina, soleiðis at vit ikki hava for nógv fólk til arbeiðis í senn, sigur Michael Boolsen, fúti.

– Vit kunnu jú risikera at enda í nógvum ymsum óvæntaðum støðum. Eitt dømi er skottilburðurin sum var í Miðvági í desember í fjør. Tað er ein støða, sum krevur nógv, og um vit enda í líknandi støðum, skulu vit hava nokk av fólki at seta inn, sigur hann. 

Løgreglan hyggur leypandi at støðuni og metir um, hvussu farast skal fram.

– Vit eru varug við, hvussu nógv eru til arbeiðis, og vit hyggja eftir, um grundarag er fyri at tillaga tær skerjingar, sum eru. Higartil hava vit tikið avgerðina um, at vit skulu vera viss í, at vit kunnu handfara hvørja einasta støðu, vit kunnu koma fyri. Tí mugu vit tryggja, at vit ikki seta ov nógv fólk inn, so vit knappliga standa uttan fólk til tær støður, sum krevja nógva orku, sigur Michael Boolsen og vissar fyri, at løgreglan í Føroyum er væl brynjað til einhvørja støðu, sjálvt um koronasmittan kemur aftur til landið í summar.

– Vit eru klár. Um vit uppliva eina nýggja smittuspjaðing, so mugu vit fyrihalda okkum til, hvussu vit skulu dimensionera starvsfólk fyri at tryggja, at tilbúgvingin er robust.