Løgreglan vitjaði í skúlastovuni

Rúsevni og rúsevnispolitikkur eru javnan frammi í fjølmiðlunum í hesum døgum. Mánadagin vitjaði løgreglan í Vágs Skúla, har ein 9. flokkur fekk vitjan og m.a. frágreiðing um rúsandi evni

Rúsdrekka, rúsdrekkapolitikkur, sterkari rúsevni og kriminalitetur hesum viðvíkjandi. Alt er partur av gerandistíðindaflutninginum, ið um dagarnar er í bløðum og loftmiðlum. Til dømis er uppskot lagt fram um at lækka avgjald á víni og øli, og hinvegin seta harðari á sterkaru sløgini. Í farnu viku fekk løgreglan eisini hendur á monnum, ið metast standa aftan fyri stóran part av skipaðu søluni við sterkari rúsevnum í Føroyum.
9. b í Vágs Skúla hevur í longri tíð havt á dagsskránni rúsevni, og aðrar trupulleikar, ið ungfólk kunnu koma útfyri.
Mánadagin fingu tey tí vitjan. Løgreglan kom í skúlastovuna at greiða frá ymsum, ið ungdómur kemur í samband við og hevur áhuga fyri.
Nakað av tí, ið varð umrøtt, vóru júst trupulleikarnir, ið standast av rúsandi evnum. Við sær hevði løgreglan ymiskt, ið teir eru komnir framá í samband við sterkari rúsevni.
Suðuroyggin er ikki partur av miðstaðarøkinum, heldur útjaðari, men hóast hetta eru slíkir trupulleikar ikki ókendir.
Eisini vísti tað seg, at ein partur av næmingunum hevði fingið sterkari evni, sum sum hash, í boði, og enntá fyri einki, eftir sum tað var fyrsta ferðin.
Teir báðir løgregumenninir, ið vitjaðu flokkin, greiddu frá og vístu fram ymskt, ið teir eru komnir framá, so sum ymisk evni, pípur í ymsum sniðum og vektir at viga evnir við.
Alt slíkt, ið er forvitnisligt, men sum brátt kann koma einum aftur um brekku, gerst ein alt ov forvitin.