Lægsta tal í hálvan annan mánaða

Statens Serum Institut veit at siga, at seinasta samdøgur vórðu staðfestir 425 nýggir koronu-tilburðir í Danmark.

Talið av innløgdum covid-19 sjúklingum í Danmark er í løtuni tað lægsta í hálvan annan mánaða. Nýggjastu tølini hjá Statens Serum Institut siga, at nú liggja 493 fólk á donskum sjúkrahúsum við koronu, og tað er 11 færri enn í gjár. 

Hetta er lægsta tal av koronu-innleggingum í Danmark síðan hin 16. desember í fjør og soleiðis, sum gongdin er í løtuni, minka tølini dag fyri dag. Seinasta samdøgnið eru 25 fólk innløgd, men onnur eru útskrivað.

Men, tað eru ikki bara tey, sum vera útskrivað, sum telja niður í tølunum í innleggingum.

Tað eru framvegis fólk í Danmark, sum doyggja við koronu, og seinasta samdøgur doyðu 10 fólk. Upplýst verður tó ikki, um øll hesi vóru innløgd á donskum sjúkrahúsum, tá tey doyðu.

Statens Serum Institut veit at siga, at seinasta samdøgur vórðu staðfestir 425 nýggir koronu-tilburðir í Danmark. Hetta svarar til 0,39 prosent av teimum tilsamans 110.377 royndunum, sum svar er komið uppá.

/ritzau/