Lægsti oljuprísurin í 17 ár

Lýggja veðrið í USA hevur av álvara givið úrslit í lægri oljuprísum. Fyri stuttum varð annars spátt, at talan skuldi gerast um ein metkaldan vetur, og hetta trýsti prísirnar uppeftir. Ætlaða bunkringin av olju verður tó nú av ongum, og tá OPEC enn ikki hevur víst tekin um at skerja framleiðsluna, soleiðis sum tað annars hevur ljóðað, er prísurin lækkaður nógv. Somikið nógv, at keypsskálin í New York í gjár kundi boða frá, at talan var um lægsta oljuprísin í samfull 17 ár.