Løgtingið skal leingja loyvini á hvørjum ári

Samgonguumboð hava av nýggjum viðgjørt uppskotið til nýggja fiskivinnulóg eftir at tað var farið til hoyringar. Løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, sigur, at broytingar verða gjørdar, millum annað skal løgtingið leingja loyvini á hvørjum ári

##med2##
– Tað skal eingin ivi vera um, at ognarrætturin liggur hjá tí almanna og ongantíð kann liggja á privatum hondum. Vit ynsktu at fáa hetta greiðari í lógina, so ístaðin fyri eina uppsagnartíð upp á 10 ár, so skal tað vera galdandi, sum tað er í dag, at tað hvørt ár skal leingjast við eini aktivari handling í løgtinginum, sigur løgmaður.

Samgonguleiðarin gloppar eisini dyrnar fyri at leingja loyvini, úr 10 árum upp í 12 ára gildistíð.

Løgmaður vísir eisini á, at søla av loyvum skal skattast.

– Í samgonguskjalinum hava vit sagt, at sølu av loyvum skal skattast. Um loyvir vera seld endaliga, so skal ein stórur partur av tí vinninginum skattast. Hetta er ein av fortreytunum fyri, at tær spekulatiónir, sum hava verið við sølu av loyvum, ikki skulu halda fram sum tær hava verið í dag – um ikki skattafrítt, so hevur tað tó ikki verið skattað harðari enn vanligur skattur, sigur Bárður á Steig Nielsen.

– Vit eru eisini samd um, at ein umsitingarætlan skal galda fyri vinnuna. Vinnan og serfrøðin hava verið samd um ein umsitingarætlan, og tað skal fáast við í uppskotið, áðrenn tað verður lagt fram fyri løgtingið, sigur løgmaður.  

Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann í samrøðu við Árna Gregersen á FM1.