Løgtingsformaðurin kærir tingarbeiðið til løgmann

Løgtingið hevur nú í fleiri ár lagt dent á at fáa skipaðar karmar um tingarbeiðið. Endamálið við hesum er bæði at betra um góðskuna av lóggávuni, við at tingið og tingmenn fáa betri møguleikar at seta seg inn í tey mál, sum koma í tingið, og eisini fyri at royna í tann mun, tað er gjørligt, at skipa so fyri, at tingarbeiðið kann samskipast við annað arbeiði og familjulívið hjá teim fólkvaldu

Ì hesum sambandi eru hesi stig tikin. Vegleiðandi árskalendari er gjørdur fyri tingarbeiðið. Tá tað er gjørligt, verður tingskráin løgd fyri 14 dagar fram í tíðina, nýggj áseting er gjørd í § 54 í tingskipanini, sum ásetur, at lógir, sum skulu fáa gildi 1. januar, skulu leggjast fyri tingið innan 5. november. Eisini verður miðað eftir, at tað sum høvuðsregla gongur í minsta lagi ein vika frá tí, mál er lagt fram, til 1. viðgerð er. Í sambandi við 2. viðgerð er henda regla eisini galdandi, um tað snýr seg um mál av stórum týdningi og/ella nevndin, sum hevur havt málið til viðgerðar, skrivar drúgt álit við nógvum broytingaruppskotum.

 

Til tess at røkka hesum málum hevur verið samskifti við Løgmansskrivstovuna um, at skrivstovan boðar Løgtinginum frá, nær væntast kann, at tey mál, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja í tingsetuni sambært skjali til løgmansrøðuna, fara at verða løgd fram.

Ásannast má, at tað hevur verið torført at hildið hesar ætlanir av ymsum orsøkum, men nú gongur av skriðuni.

 

Eg eri fullgreiður yvir, at politiska støðan hevur verið turbulent tað, sum farið er av hesi tingsetuni, men tað eru nú 2 mánaðir síðan, nýggja samgongan varð skipað, og tey mál, landsstýrið hevur lagt fyri tingið, hava við einstøkum undantaki verið viðgjørd við fráviki frá tingskipanini og harvið eisini innanhýsis mannagongdum tingsins.

 

Formanskapur Løgtingsins viðgjørdi støðuna á fundi 19. november 2008 og avgjørdi at heita á tygum um at royna at fáa hesi viðurskifti aftur á beint.

 

Formenninir í tingbólkunum hava fingið avrit av hesum skrivi.