Løgtingsmaður vinnari í at avdúka .... seg sjálvan?

Síggi í Dimmu, at tú skjýtur vilt í allar ættir við grovum ákærum um manipulatión í sambandi við seinastu veljarakanningina, sum Sosialurin kunngjørdi í seinastu viku. Og spyrt síðani - sum ein rættur kovboyari frá "the Wild West"

Til Marjus Dam, løgtingsmann

Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur.
(Undir ákæru fyri manipulatión við veljarakanningum og blaðfólki.)


Blaðfólk á Sosialinum fáa toyggið, ein flokkur, sum einki sum helst hevur havt við nakran lut í kanningini at gjørt, verður somuleiðis lagdur undir líkt og ólíkt. Óbeinleiðis, men neyvan til at fara skeivur av, so inniber øll henda óhumskan, ið tú fært goyst burtur úr tær, at eg eigi ein týðandi leiklut í tí, tú roynir at lýsa sum eina politiska ráðagerð.
Manipulatión er eitt sterkt orð, sum javnan verður brúkt um úrslit frá veljarakanningum, sum ikki hóvar politikarum. Tá ið hesir uppøstu politikarar síðani skulu svara fyri teimum ófantaligu skuldsetingunum, vísir tað seg hvørja einastu ferð, at talan er um óumhugsað illsinnisgleps. Illsinnisgleps og illgitingar, sum alt ov ofta verður gjørt til meinaleyst gerandistos í einum politiskum almennum orðaskifti.
So tykist eisini at vera í hesum førinum hjá tær, Marjus Dam.
Sum tú sjálvur sigur, so vart tú ikki til sjálva framløguna í Miðlahúsinum mikumorgunin í farnu viku. Kortini, so ivast tú onga løtu í, at »blaðfólk so dyggiliga eru tikin við nøsina av tí ella teimum, ið hava lagt fram«. - Og síðani koma insinuatiónirnar: Tann ella teir persónar, ið hava lagt kanningina fram, hava tilknýti til Tjóðveldisflokkin, og tí verður manipulerað. Blaðfólkini, sum bera hesa manipulatión víðari, hava annaðhvørt ov lítið millum oyruni, ella eisini eru tey úr somu politisku skuffu.
Eg má viðganga, at eg veit ikki, um eg skal flenna ella gráta, tá ið tú alment heingir blaðfólk út fyri ikki at duga at hugsa. Og samstundis fegnist eg um, at vit heilt eru givin at brúka danskt í politiskari blaðskriving, tí so verða tað vónandi ikki onnur enn føroyingar, ið verða vitni til, hvussu jánkasliga og tápuliga okkara fólkavaldu kunnu føra seg fram.
Tað sigi eg, tí sjáldan hevur nakar politikari dugað at latið seg so fullkomiliga úr, sum tú gerst í hesum førinum.
Fyri at taka títt høvuðsargument, sum tú byrjar greinina við, fyrst: Veljarakanningin gevur Sambandsflokkinum ein tinglim afturat og Tjóðveldisflokkinum ongan. Og tí átti yvirskriftin á fremstu síðu á Sosialinum at verið: Sambandsflokkurin vinnarin í veljarakanning. (Sum tú sjálvur brúkar sum yvirskrift í greinini hjá tær).
Hetta er makaleyst møsn. Og ikki sørt kostiligt. Tingmannabýtið á løgtingsvalinum í januar 2004 var blóðskeivt, um talan skuldi verið um eitt rættvíst lutfalsval. Rættari hevði m.a. verið, at Tjóðveldisflokkurin bert fekk 7 og ikki 8 tinglimir, meðan Sambandsflokkurin átti at fingið 8 heldur enn 7. At ein talva vísir, hvussu 32 tinglimir høvdu verið býttir millum flokkarnar, UM talan hevði verið um eitt lutfalsligt býti, og hesi tøl standa undir liðina á tølum, ið vísa tingmannabýtið við seinasta val, kann undir ongum umstøðum brúkast til at tosa um, hvat ið veljarakanningin veruliga vísir. Ikki ber til við eini veljarakanning við 1001 svararum at gera nakrar metingar av, hvussu eitt býti kundi follið í einstøku valdømunum. Tí ber ikki til at siga, at Sambandsflokkurin hevði farið fram í tingmannatali, um val var í dag. Sambandsflokkurin hevði tvørturímóti staðið í stað, um talan hevði verið um eitt rætt lutfalsval í 2004, meðan Tjóðveldisflokkurin var farin fram.
Onkunstaðni í tínum stilla sinni veitst tú við tær sjálvum, at argumentatiónin er hol í høvdið. Men í staðin fyri at royna at hugsa argumentatiónina ígjøgnum enn einaferð, so fært tú vavt teg longur inn í eina margháttliga konspiratiónsteori, har manipulatorarnir »heilt elegant« skift[a] aftur frá tingsessum til prosent. Hetta skiftið ímillum tingsessir og prosent tænir so bert einum endamáli - nevniliga manipulatión - til frama fyri Tjóðveldisflokkin.« Ella við øðrum orðum: Skammlopið í tínum egna høvdi er Guð hjálpi mær úrslit av einari politiskari ráðagerð.
Skilji væl, at tú við tí, tú heldur vera gløggskygni, kennir teg kallaðan at ávara tey fávitskutu blaðfólkini á Sosialinum, nú tú hevur avdúkað veruligu ætlanina við veljarakanningini: »Latið tykkum ikki misnýta av Tjóðveldisflokkinum. Teir duga at manipulera sum fáur«. Hetta er orðarætt áheitanin hjá løgtingsmanninum til blaðfólkini á Sosialinum. Sig so tað, ein sannur stríðsmaður við umsorgan fyri fjøldini og fjølmiðlunum, ið skulu verja hana móti følskum profetum.
Nei, álvaratos Marjus Dam. Tá ið tað stendur so illa til við evnunum at duga at lesa eina veljarakanning og tær greinir, ið koma burturúr, so átti tú at ráðført teg við tann, ið umboðaði tykkum undir framløguni í Miðlahúsinum, áðrenn tú leypst eftir høvdinum á bláman. Formaðurin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen kundi m.a. sagt tær,

1) at tað bleiv manipulerað, men at tað var ikki Tjóðveldisflokkinum til fyrimunar, tí vit høvdu togað hann úr 29 niður í 25%. Hetta slagið av manipulatión nevna vit viging. Og - tað skal eg blankt viðganga - tað er eitt slag av manipulatión, vit eru sek í við hvørja ta einastu kanning. Men, eftirsum tú nú billar tær inn, at tú hevur avdúkað okkum, so skal eg senda tær rokniarkið, vit brúka til hetta slagið av tramanskapi, so tú sært hvørjar snildir, vit brúka, tá ið vit skulu lumpa blaðfólk og teirra lesarar. Tú fært tað um teldupost. Legg serliga til merkis, at tey tøl, sum verða koyrd inn í hetta forrit, koma skjótari út aftur sum blendandi stabbamyndir, ið kunnu ikki annað enn at fáa fólk at gapa og svølgja tær ráar.

2) at tað í grundini stendur frægari til hjá Sambandsflokkinum, enn almannakunngjørdu tølini vísa. Í bólkinum, sum ikki hevur tikið støðu - ein tíggjundapartur ella ivaleyst gott tað - eigur Sambandsflokkurin fimtingin, meðan Tjóðveldisflokkurin, sum hann kappast við um fremstaplássið, ikki eigur meira helvtina so nógv á. Henda morgunin í Miðlahúsinum høvdu vit hetta á munni, at tað var sjáldsamt, at flokkur, ið gekk fram, eisini lá so frammalaga at kunna fáa so stóran part av teimum ivingarsomu. Meira vanligt er, at flokkar, sum ganga fram, eiga lítið á millum tey ivingarsomu, meðan teir, ið ganga aftur, eiga fleiri gamlar veljarar í hesum bólkinum. Men onkunsvegna - tú fært meg ikki at siga hvussu - so eyðnast tað at forða fyri, at hetta kemur fram í tí, sum verður borið almenninginum. Gamaní, so nevna vit tað í tí, vit hava nevnt "kunngering" í rokniarkinum, eg havi sent tær. So hava vit ryggin frían, men vit hava handfarið hetta so hegnisliga, so tað kemur ikki við í sjálva talvuna, men verður fjalt í viðmerkingunum til talvuna. Og tá ið tú blaðar víðari til stabbamyndirnar, so er tað ikki komið við. Manipulatión? - Mær dámar betur, tá ið tú rósar okkum fyri "eleganta" handfaring.

3) at tað var eg, sum fekk Sosialin frá at samanbera við seinastu veljarakanning hjá Gallup frá juli í fjør. Eg greiddi formanninum hjá tær frá, hvussu eg hevði talað Eirik Lindenskov frá at gera hesa uppløgdu samanbering, sum tú sjálvur eftirlýsir í tíni avdúkandi grein. Men her haldi eg, at tað er frægast, at tú spyrt formannin hjá tær, tí eg havi lítlan hug at fara út í æsir við hesum í almennum blaði.

- Annars so kann eg skoyta uppí, at eg hevði tvær greinir í Sosialinum, seinast løgtingsval var, um tað órímiliga við verandi valskipan, og mælti til broytingar, tí t.d. Tjóðveldisflokkurin hevði fingið ov sterka tingumboðan. Men fólki mær so líkt, so gretti eg ikki orð um hetta í sambandi við veljarakanningina, men skifti "elegant" frá tingsessum til prosent, sum tú so beinrakið vísir á. Nú tú ert so sigursælur og fullvísur í, at avdúkingin er ein veruleiki, kann eg tað sama senda tær hesar greinir til tína próvførslu. Tær verða somuleiðis sendar tær um teldupost.

PS: Um okkurt er í tí, eg sendi tær, sum tú heldur vera heldur torskilt - ella kanska eitt sindur snarað í eitt óheppið borð - so ring endiliga, so vit kunnu røða nærri um hetta. Heldur tað, enn at tú gitir, áðrenn tú fert at greiða fávitskutum fjølmiðlafólki og teirri útsettu veljarafjøldini nærri frá.

jm.