Íløgufelag væntar sær nógv av 2001

Árið 2000 gjørdist eitt tað ringasta árið fyri altjóða partabrævamarknaðin í longri tíð. Samstundis var tað í 2000, at tað fyrstu føroyska íløgufelagið, Kaupthing Føroyar, sá dagsins ljós. Eftir heldur hørðu byrjanina væntar Kaupthing nú betur útlit fyri sær og sínum viðskiftafólki.

 

Vísitalið fyri amerikanska tøknimarknaðin NASDAQ fall við 40 prosentstigum í árinum 2000 og setti harvið botnmet. Árið frammanundan hækkaði vísitalið á sama marknaði við 85 prosentum, so hugurin at seta pening í amerikansku kunningartøknivinnuna var óvanliga stórur fyrstu mánaðirnar í fjør, tá trøini veruliga sóu út til at fara at vaksa inn í himmalin.

Men í mars mánaði í fjør vendi gongdin og eftir fáum døgum mistu nógv fólk nógvan pening. Hendan vánaliga gongdin stóð við og versnaði sum árið leið.

Hóast flestu av hinum partabrævamarknaðunum í heiminum ikki vórðu raktir eins hart og tøknimarknaðurin NASDAQ, so fullu vísitølini á flestu teirra mundandi. Eitt undantak var tó danski partabrævamarknaðurin, har vísitalið, tað sokallaða KFX indeksið, hækkaði við 23 prosentum í 2000.


Hørð byrjan

Fyrsta føroyska íløgufelagið, Kaupthing Føroyar, gjørdist formliga virkið 1. mars og byrjaði soleiðis sítt virksemi, júst sum partabrævavirðini fóru at ganga skjótt niðureftir. Tískil gjørdist byrjanin eitt sindur harðari enn væntað, bæði hjá felagnum og hjá teimum viðskiftafólkunum, ið royndu seg sum partabrævaspekulantar.

Kring allan heim eru fólk vorðin nógv meira varin við at seta pening í partabrøv eftir skelkin á marknaðinum í fjør, og tað hevur rakt íleggingarfeløgini.

Men í ár fer helst at gangast betur enn í fjør á stóru partabrævamarknaðunum. Hetta skrivar Kaupthing í blaði sínum »Útlit og rák«, ið varð sent út í gjár.

Blaðið skirvar um vaksandi bjartskygni á marknaðinum í USA, sum mest av øllum kemst av, at amerikanski tjóðbankin valdi at lækka rentuna bæði einaferð seint í fjør og aftur tíðliga í hesum mánaðinum. At tjóðbankin lækkar rentuna plagar at skapa bjartskygni á marknaðinum og hava postiva ávirkan á partabrævavirðini.


Keyp Vestas og Novo

Í blaðnum kemur Kaupthing eisini við tilráðingum til partabrævakeyparar um, hvørji partabrøv síggja út til at fara at hækka í virði komandi árið.

Danski vindmylluframleiðarin Vestas Wind Systems er ein av teimum fyritøkunum, ið hevur havt rættiligan viðvind í farna ári, og Kaupthing væntar, at hendan gongdin fer at halda fram.

Danska heilivágsframleiðaran Novo Nordisk hevur Kaupthing eisini eitt gott eyga á, hóast virði á partabrøvunum hjá hesi fyritøku er lækkað við einum lítlum fjórðingi farna árið.

Á altjóða partabrævamarknaðinum trýr føroyska íløgufelagið enn uppá kunningartøknivinnuna, hóast júst hendan minkaði so nógv í virði í fjør, at talan í roynd og veru var um eitt marknaðarkrakk.

Men tað ræður altíð um at seta pengarnar á rætta hestin, og innan kunningartøknivinnuna eru røttu hestarnir sambært Kaupthing teir, ið hava eina støðuga inntøku. Sum uppskot til íleggingar í hesum árinum nevnir íleggingarfelagið teldufyritøkurnar Intel, IBM og Sun Microsystems og fartelefonveitaran Vodafone.