Tað kann vera líka vandamikið at koyra bil við kenning, sum tað er at koyra við krími.
Tað vísir ein kanning, tey hava gjørt á lærda háskúlanum í Cardiff.
Andy Smith, professari, sum stóð á odda fyri kanningini, staðfestir í Daily Mail, at bilførarar, sum eru sjúkir av krími hava longri reaktiónstíð enn bilførarar, sum hava drukkið fýra stórar øl.
Hann vísir á, at krímsjúkir bilførarar reagera 36 millisekund seinni, enn teir annars gera.
Men drekka teir so frægt av rúsdrekka, at teir eru á markinum at missa koyrikortið, reagera teir bara 15 millisekund seinni enn teir plaga.
Men krímsjúkir bilførarar reagera ikki bara seint. Teir høvdu eisini lyndi til at koyra ov nær bilinum frammanfyri og yvirhøvur gekst illa hjá teimum at varnast vandarnar fyri samanstoyti.
Kanningin vísit, at krímsjúkir bilførarar varnaðist bara tveir triðingar av teimum vandum, ein frískur bilførari varnaðist.
Tað er ikki bara tey, sum eru illa sjúk av krími, sum eru ein vandi fyri ferðslutrygdina.
Kanningin vísir nevniliga, at ein bilførari eisini setir seg sjálvan og onnur, í vanda, hvørja fer, hann njósir.
- Tá ið ein bilførari njósir, tekur hann eyguni av vegnum í upp til trý sekund.
- Fólk, sum koyra bil, hóast tey hava krím, eiga at vera greið yvir vandan, sigur professarin í Daily Mail.