Lars Múller er dómari í steypafinaluni millum EB/Streym og ÍF, og klokkan 18 verður fyrsta bríkslið. Kvinnufinalan í gjárkvøldið var fyrsti dysturin á nýggja graslíkinum í Klaksvík, og steypafinalan í kvøld verður fyrsti dysturin millum mannfólkalið á nýggja undirlagnum.
Bæði EB/Streymur og ÍF vóru í fyrrakvøldið og vandu á nýggja vøllinum í Klaksvík.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Klaksvík. Tað er mest sum púra stilt, og av og á sirmar tað eitt sindur.
Tað er summarfestivalur í Klaksvík, og fólkatalið har norðuri er í tí sambandi fleirfaldað.
Tað sást eisini, at áhugin fyri finaluni er sera stórur. Nú tað er meiri enn ein tími til dystarbyrjan, eru áskoðararnir longu farnir at fjølgast kring vøllin.
Viðhaldsfólkini hjá báðum pørtum gera nógv burturúr. EB/Streyma viðhaldsfólkini eru komin til Klaksvíkar í bussi og so sjálvandi í privatum bilum. Nøkur av ÍF viðhaldsfólkunum komu fyri einum lítlum tíma síðani til Klaksvíkar við Norðlýsinum, og tað stendur streymurin av bilum bæði úr Sundalagnum og úr Fuglafirði og umvegis Norðoyatunnilin og til Klaksvíkar.