- Tað almenna má ganga á odda við javnstøðu, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn.
Tað er fallið mangari kvinnu fyri brósti, at tað einans eru menn settir í leiðandi størvini á nýggja miðnámsdeplinum í Marknagili.
Ein teirra, sum hevur víst sína ónøgd við hetta á sosialu miðlunum, er forkvinnan í Vága Floghavn, Kitty May Ellefsen.
- Hvørji signal senda vit til tær ungu, ambitiøsu kvinnurnar, sum hóast alt eru áleið 60 prosent av teimum lesandi á miðnámsskúlum, tá ið tað bara eru menn í leiðandi størvunum, spyr Kitty May Ellefsen.
Eftir hennara uppfatan eigur tað almenna at ganga á odda, tá ið umræður at tryggja javnstøðu á almennum arbeiðsplássum.
Teir fýra leiðandi menninir, sum í gjár vórðu kunngjørdir av Glasi, hava allir havt tilknýti til skúlarnar, sum verða lagdir saman á Glasi, tá ið skúlin er liðugur. Sum skilst er støðan tann, at Glasir hevur søkt eftir starvsfólki innan fyri teir skúlarnar, sum eru tengdir at Glasi, og latið hevur sostatt ikki verið upp fyri, at ein og hvør kann søkja.
- Hasir menninir eru dugnaligir, tað ivist eg ikki í. Men veruleikin er bara tann, at teir umboða ikki tað sama sum ein kvinna vildi gjørt. Eg haldi, at Glasir átti at søkt á nýggjum og latið øll áhugað sloppið at søkt, sigur Kitty May Ellefsen.
Hon heitir á landsstýriskvinnuna í Mentamálum, Rigmor Dam, um at fáa lýsa størvini leys av nýggjum og tryggja, at helmingurin av leiðarunum verða kvinnur og helmingurin menn.
- Tað almenna má ganga á odda. Tað líkist ongum, at ikki ein einasta kvinna er í leiðandi starvi á hesum pulserandi vitanardepli, sigur Kitty May Ellefsen.