Løkke vil verða seyðabóndi

Slaturblaðið, Se & Hør, veit frá forsætismálaráðharranum at siga, at hann ætlar at keypa jørð í Føroyum, og jørðin er við Gjógv.

Hann hevur roynt nógv innan politikk. Og hann hevur roynt seg sum súkklari. Og nú ætlar hann sær – sambært slaturblaðnum Se&Hør – at gerast seyðabóndi.
Ekstrabladet skrivar á sínari heimasíðu:
»Ifølge Se og Hør er Lars Løkke Rasmussen og hans færøske hustru Sólrun faldet pladask for de brægende uldtotter, når de har været på besøg hos hendes familje på Færøerne«.
Og við Se&Hør sigur Lars Løkke Rasmussen:
» Man skal selv passe fårene, tage dem ned fra fjeldene, når de skal klippes, og være med til slagtninger, og når kødet skal tørres osv. I årenes løb har jeg prøvet det flere gange i Sólruns familie, og nu synes vi, det kunne være sjovt at have vores egne får«.
Við sama blað sigur forsætisráðharrin eisini, at tað ikki var kærleiki við fyrsta eygnabrá, tá hann fyrstu ferð var í Føroyum, men at hann við tíðini er vorðin góður við landið.
- Hvørja ferð eg eri í Føroyum, verði eg bergtikin av náttúruni, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Sofus Johannesen, fyrrverandi borgarstjóri við Gjógv veit at siga, at tað er við Gjógv, at Lars Løkke ætlar at keypa jørð.
- Hann hevur ofta verið á fjall við Gjógv, har vermamma hansara eigur jørð. Og tað er hesa jørðina, ið forsætisráðharrin ætlar at keypa, sigur Sofus Johannesen.
Jørðin, sum talan er um, liggur í hagapartinum Sáttarenni, ið – sjálvt um hann liggur millum Funning og Funningsfjørð – hoyrir til Gjógv.
Jørðin er tvær gyllin, og sambært røktingarmanninum í haganum, Asfinn Sigvardsen, verður vanliga tikið tveir og ein hálvur seyður upp á gyllinina, og tískil fær forsætisráðharraparið fimm seyðir um árið úr haganum, sum er 40 gyllin tilsamans.