Læknar í verkfalli at mótmæla harðskapi

Læknarnir á einum sjúkrahúsi í Bagdad løgdu arbeiðið niður fyri at mótmæla harðrendu framferðini hjá hermonnunum.

Læknarnir á kvinnudeildini á Yarmouk-sjúkrahúsinum í Bagdad hava úr at gera, tí umframt teir vanligu sjúklingarnar skulu teir viðgera fólk, sum hava fingið skaða av bumbuspreingingum.

Men týsdagin løgdu teir arbeiðið niður. Teir vildu ikki góðtaka, at irakskir hermenn vóru komnir inn á sjúkrahúsið at rannsaka sjúklingar. Tá ein av læknunum royndi at verja sjúklingarnar, setti ein hermaður byrsu sína íímóti honum og hótti við at skjóta. Tá læknin kortini sýtti fyri at flyta seg, siktaðu fýra aðrir hermenn eftir honum, skrivar Reuters.

Slíkt vilja læknarnir á Yarmouk-sjúkrahúsinum ikki góðtaka, og týsdagin løgdu 30 teirra arbeiðið niður. Endamálið við arbeiðssteðginum var fyrst og fremst at mótmæla teirri harðrendu framferðini hjá teimum iraksku hermonnunum.

-Vit skilja væl, at fólk eru skelkað av avgerð okkara. Men vit hava eisini okkara rættindi, og vit tað sigur seg sjálvt, at vit kunnu ikki gera okkara arbeiði, um vit kenna okkum hóttar, segði læknin Assad Hindi.